Dátueftirlitið
18-03-2021

Dátueftirlitið á 9 eftirlitsvitjanum í februar 2021

Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021 og Dátueftirlitið metir, at tað er av stórum týdning fyri stovnin at fáa eina fatan av, hvussu dátuverndarlógin er móttikin, og hvussu dátuverndarstøðið í Føroyum í heila tikið er. At fáa nærri kunnleika um hesi viðurskifti kann verða ein stór hjálp hjá Dátueftirlitinum at leggja til rættis arbeiðið komandi tíðina, bæði tá tað kemur til ítøkilig eftirlitsmál og kunnandi arbeiðið hjá stovninum.

Dátueftirlitið var tí í februar 2021 á vitjan hjá fimm fyritøkum, tveimum kommunum, einum stovni og einum interkommunalum felagsskapi.

Vitjanirnar vóru skipaðar sum ein fundur millum Dátueftirlitið og fyritøkuna ella stovnin. Dátueftirlitið hevur valt ikki at fara í smálutir í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum á viðkomandi stovnum ella fyritøkum í hesum umfari. Dátueftirlitið hevur av somu orsøk ikki tikið ítøkiligar avgerðir um viðgerð av persónupplýsingum mótvegis pørtunum við útgangstøði í vitjanini.

Yvirskipaða niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum er, at umfatandi arbeiði er gjørt til tess at tryggja, at dátuverndarlógin verður fylgd, og allir partar hava tikið uppgávuna á seg við álvarsemi og ynski um at skipa arbeiðið so, at hetta er innanfyri lógarinnar karmar. Dátueftirlitið frøist almikið um hesa tilgongd og sær fram til, at positiva gongdin heldur fram, so at persónupplýsingar um fólk í Føroyum verða viðgjørdar við skynsemi og við tí verju, sum dátuverndarlógin leggur upp til.

Les frágreiðingina hjá Dátueftirlitinum her.