Dátueftirlitið flytur til Saltangará
Eftir at Dátueftirlitið í longri tíð hevur leitað eftir hølum á eystara armi á Skjálafjørðinum, hava Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum, og Edvard Mikkelsen, stjóri í Sp/F Heiðahúsið týsdagin tann 5. september 2023 undirskrivað avtalu um, at Dátueftirlitið leigar ovaru hæddina í bygninginum á Heiðavegi 25 í Saltangará.
Tóri Højgaard sigur, at: “Síðani táverandi løgmaður í fjør boðaði frá, at Dátueftirlitið skuldi flyta, hava vit saman við Landsverki miðvíst leitað eftir nýggjum hølum. Í fyrstu syftu valdu vit at gera eitt útboð, men tá ið hetta ikki bar á mál, kom Sp/F Heiðahúsið inn í myndina. Samráðingar hava verið partanna millum, og nú eru vit komin á mál. Vit eru væl nøgd og meta okkum at hava funnið hølir, ið hóska væl til tørvin hjá stovninum.”
Hølini verða í løtuni umvæld, og væntandi verður hetta arbeiðið liðugt síðst í oktober. Avtalað er, at Dátueftirlitið tekur við leigumálinum frá 1. november 2023.