Dátueftirlitið luttikið á norðurlenskum fundi
2024 luttók Dátueftirlitið í árliga fundinum millum norðurlensku dátueftirlitini. Fundurin hevur verið fastur táttur síðani 1988. Luttakandi londini eru Føroyar, Danmark, Noreg, Svøríki, Ísland, Áland og Finland.
Endamálið við árligu fundunum er at læra av royndunum hvør hjá øðrum, at umrøða mál av felags áhuga og at skipa ítøkiligar samstarvsverkætlanir.
Evnini í ár vóru m.a.:
- Rættindi hjá børnum hvat online gaming viðvíkur
- Vitlíki
- Møguleikin at geva almennum myndugleikum sekt fyri brot á dátuverndarlóggávuna.
Eins og undanfarin ár endaði fundurin við, at londini skrivaðu eina felags yvirlýsing. Í yvirlýsingini var m.a. víst á, at Finland, Føroyar og Áland eru einastu londini, hvørs lóggáva ikki heimiðlar, at almennir myndugleikar kunnu dømast at rinda sekt á jøvnum føti við privata geiran, eins og er vanligt í hinum norðanlondunum. Londini mæltu til, at heimildirnar hjá dátueftirlitunum í Finlandi, Føroyum og Álandi verða víðkaðar hvat hesum viðvíkur.
Víst var eisini á, at í fleiri londum er játtanin hjá dátueftirlitunum undir trýsti, og at hetta ávirkar møguleikan hjá eftirlitunum at handfara brot á rættindini hjá einstaklinginum á skjótan og munagóðan hátt.
Yvirlýsingin kann lesast her.
Danmark og Føroyar verða í felag vertir fyri næsta norðurlenska fundin, ið verður hildin í mai 2025 í Tórshavn.