Dátueftirlitið
19-08-2021

Dátueftirlitið søkir eftir nýggjum fulltrúa

Ert tú løgfrøðingur og hevur hug at arbeiða við dátuvernd, so er starvið sum fulltrúi hjá Dátueftirlitinum júst nakað fyri teg.

Uppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar og fevna m.a. um ítøkiliga og almenna ráðgeving og kunning um dátuverndarøkið, at svara fyrispurningum, ummæli av lóggávu, eftirlitsmál, fyrireiking av málum at leggja fyri Dáturáðið og luttøku í norðurlendskum o.ø. samstarvi.

Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt, tó at stórur dentur verður lagdur á samstarv og sparring við hini starvsfólkini hjá Dátueftirlitinum. Eisini fert tú at taka lut í okkara útvenda virksemi, t.e. við undirvísing o.ø.

Um teg

Tú ert løgfrøðingur. Harumframt skalt tú:

  • hava góðar fakligar førleikar og hava áhuga fyri dátuverndarøkinum
  • dáma væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • sýna ábyrgd og skilvísi
  • vera ágrýtin, nýhugsandi og dáma væl avbjóðingar
  • duga væl at samskifta og samstarva við onnur
  • duga væl føroyskt í skrift og talu

Lesandi, sum eru um at gera útbúgvingina lidna, eru eisini vælkomin at søkja.

Um okkum

Á Dátueftirlitinum starvast í løtuni 5 fólk. Stjóri, tríggir fulltrúar og skrivari. Vit bjóða eitt spennandi, fjølbroytt og áhugavert starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.

Vit leggja dent á at umsita okkara uppgávur á fakliga høgum støði og at skapa ein gerandisdag í góðum og læruríkum arbeiðsumhvørvi, har faklig menning hjá starvsfólkunum fyllir nógv. Vit leggja eisini dent á at arbeiða við okkara øki á ymsar mátar, so at vit við nýskapan kunnu styrkja og upplýsa dátuverndarøkið. Nýggj hugskot og nýggir hættir at fremja okkara lógarfestu uppgávur eru altíð vælkomin.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF.

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. september 2021 kl. 12.00, og sendast til:

Dátueftirlitið

Postboks 300

FO-110 Tórshavn

ella á katrin@dat.fo

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Katrina Thorsvig Hansen, stjóra, tlf. 270361. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Samrøður verða eftir ætlan hildnar í viku 38 og 39.

Dátueftirlitið skal tryggja, at løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) verður hildin, og skal í hesum arbeiði m.a. fylgja við einum øki í støðugari menning og broyting. Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarligur myndugleiki. Dátueftirlitið er skipað við skrivstovu, sum tekur sær av dagligu uppgávunum sambært dátuverndarlógini og Dáturáði, sum tekur avgerð í prinsipiellum málum og málum av stórum almennum týdningi. Hjá Dátueftirlitinum starvast 5 fólk og Dáturáðið er mannað við 5 limum. Les meira um Dátueftirlitið her.