Dátueftirlitið
12-11-2021

Dátueftirlitið søkir eftir stjóra

Dátueftirlitið søkir eftir nýggjum stjóra at byrja 1. februar 2022.

Stjórin á Dátueftirlitinum hevur dagligu leiðsluna og ábyrgdina av Dátueftirlitinum og skal saman við starvsfólkunum mynda Dátueftirlitið úteftir. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um málsviðgerð, eftirlit, vegleiðing og ráðgeving, samskifti við fjølmiðlarnar og luttøku í millumtjóða samstarvi á økinum. Nýggja Dátuverndarlógin hevur við sær, at tað framyvir verður størri fokus á kunning og vegleiðing.

Umsóknarfreistin er 23. november 2021.

Lesið starvslýsingina her.