Dátueftirlitið
16-11-2020

Dátuvernd í starvsviðurskiftum og yvirlit yvir viðgerðir

Sum arbeiðsgevari skalt tú geva dátuverndarlógini gætur, tá tú viðgerð upplýsingar um tíni starvsfólk. Kanst tú leggja myndir av starvsfólkum á internetið ella savna upplýsingar av sosialum miðlum um umsøkjarar?

Dátueftirlitið hevur gjørt eina vegleiðing um dátuvernd í starvsviðurskiftum, sum hjálpir tær væl áleiðis.

Tað er av stórum týdningi, at tú hevur greiðu á, hvørjar persónupplýsingar tú viðgerð, og hví tú viðgerð tær. Tí er tað eitt krav í dátuverndarlógini, at dátuábyrgdarar og dátuviðgerar skulu gera yvirlit yvir viðgerðir. Dátueftirlitið hevur gjørt eina vegleiðing um, hvussu tú lýkur hetta kravið. Dátueftirlitið hevur eisini gjørt skabelónir, sum tú kanst nýta.

Tú finnur vegleiðingarnar og skabelónirnar her.