Dátueftirlitið
18-02-2021

Deiling av myndum og teldupostsamskifti

Á fundi 11. februar 2021 umrøddi Dáturáðið siðvenjuna hjá Dátueftirlitinum viðvíkjandi deiling og almannakunngerðing av myndum og krøv til teldupostsamskifti, tá persónupplýsingar verða sendar umvegis teldupost.

Deiling og almannakunngerðing av myndum

Dáturáðið hevur gjørt av, at Dátueftirlitið ikki longur fer at gera mun á støðumyndum og andlitsmyndum. Ístaðin skal ein heildarmeting gerast av myndini og endamálinum við at deila myndina. Metast skal í hvørjum einstøkum føri, um myndin kann almannakunngerast ella deilast uttan samtykki.

Hetta merkir, at myndir í útgangsstøðinum kunnu almannakunngerast uttan samtykki frá teimum avmyndaðu um myndin er meinaleys og ikki er niðrandi fyri tey avmyndaðu. Hinvegin merkir hetta í útgangsstøðinum, at fólk skulu samtykkja til almannakunngerð av myndum, sum eru tiknar t.d. í læknahølum, bankum ella á barrum.

Hóast ein mynd kann almannakunngerast uttan samtykki frá persóninum, sum er avmyndaður, eigur tann, sum tekur myndina í útgangsstøðinum at kunna um, at mynd verður tikin, so at viðkomandi hevur møguleika at bera seg undan.

Les niðurstøðuna hjá Dáturáðnum her.

Teldupostsamskifti

Tað var semja í Dáturáðnum um, at tann, sum sendir persónupplýsingar umvegis teldupost eigur at tryggja sær, at teldupostsamskiftið er bronglað. Verða viðkvæmar persónupplýsingar og persónupplýsingar, sum eru fevndir av trúnaðarásetingum, sendar við telduposti, eigur sendarin at vera serliga varin.

Tað er til eina og hvørja tíð upp til tann einstaka dátuábyrgdaran at meta um, hvørji trygdartiltøk eru hóskandi at seta í verk, og at meta um, hvat slag av brongling skal nýtast. 

TLS-brongling (versión 1.2.) ella annað slag av brongling, sum er á sama støði, er tó eitt lágmark fyri trygd, tá ið viðkvæmar persónupplýsingar verða sendar umvegis teldupost.

Í summun førum er best at nýta ein annan miðil til trygt samskifti enn teldupost sum til dømis Mínboks.

Les niðurstøðuna hjá Dáturáðnum her.