Dátueftirlitið
29-04-2022

Eftirlit við GPS-skipanum

Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við viðgerð av persónupplýsingum í GPS-skipanum hjá 6 fyritøkum.

Dátuverndarlógin er galdandi fyri viðgerð av persónupplýsingum. Hugtakið persónupplýsingar fevnir breitt og fevnir um eina og hvørja upplýsing ella meting, sum er knýtt, ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persón

Tá ein fyritøka hevur GPS-skipan í arbeiðsbilunum, merkir hetta, at sjálvt um GPS-skipanini ikki beinleiðis skrásetir, hvør tað er, sum koyrir bilin, so eru skrásetingarnar í skipanini at meta sum persónupplýsingar, tá tað á annan hátt er gjørligt at finna útav, hvør tað er, sum koyrir, og soleiðis knýta upplýsingarnar í GPS-skipanini til ein ávísan persón.

Dátueftirlitið spurdi fyritøkurnar, hvat endamálið er við GPS-skipani, um starvsfólkini eru kunnaði og hvussu hetta fór fram, og um fyritøkurnar hava mannagongd fyri, hvussu viðgerð av persónupplýsingum fer fram í skipanini.

Dátueftirlitið kundi staðfesta, at allar fyritøkurnar í ávísan mun høvdu kunnað starvsfólkini um GPS-skipanina. Í nøkrum av førunum metti Dátueftirlitið, at kunningin til starvsfólkini ikki var nøktandi. Hesar fyritøkurnar fingu boð frá Dátueftirlitinum um at broyta kunningina til starvsfólkini, so hon er í samsvari við dátuverndarlógina.

Fýra av fyritøkunum høvdu mannagongd fyri viðgerð av persónupplýsingum í GPS-skipanini. Allar fyritøkurnar fingu tó boð um at gera ávísar broytingar í mannagongdunum.

Tvær fyritøkur høvdu ongar mannagongd fyri viðgerð av persónupplýsingum í GPS-skipanini. Fyritøkurnar fingu kravboð frá Dátueftirlitinum um at gera mannagongd.