Dátueftirlitið
19-01-2023

Eftirlitsætlan fyri 2023

Á dáturáðsfundi tann 19. januar viðgjørdi Dáturáðið eftirlitsætlanina fyri 2023. Samtykt varð, at Dátueftirlitið fer at leggja serligan dent á tvey øki í 2023. Eftirlitini verða framd á tann hátt, at Dátueftirlitið skrivliga setur seg í samband við viðkomandi dátuábyrgdara ella dátuviðgera. Ætlanin er at fremja áleið 100 eftirlit í 2023.

Viðgerðaryvirlit sbrt. § 44 í dátuverndarlógini

Í § 44 stk. 1 og stk. 2 er ásett, at ávíkavist dátuábyrgdarin og dátuviðgerin skulu gera eitt yvirlit yvir  viðgerðir av persónupplýsingum. Ein lítil munur er tó; dátuviðgerin skal bert gera yvirlit yvir sløg av viðgerðum, og kravið er tí nakað linari enn kravið til dátuábyrgdaran, ið skal gera eitt yvirlit yvir allar viðgerðir.

Í yvirlitinum skal dátuábyrgdarin skráseta tær upplýsingar, sum víst er til í stk. 1, nr. 1 - 7. Hetta hevur við sær, at yvirlitið skal fevna um navn og samskiftisupplýsingar (nr. 1), endamálið við viðgerðini (nr. 2), eina lýsing av bólkum av skrásettum og sløgum av persónupplýsingum (t.d. samskiftisupplýsingar, ístaðin fyri ítøkiliga teldupostadressu, telefonnummar o.s.fr.) (nr. 3), bólkar av móttakarum, her undir móttakarum í útlondum ella triðjalondum (nr. 4), upplýsing um flutning til útland, triðjaland ella millumtjóðafelagsskap (nr. 5), ætlaðu tíðarfreistirnar fyri striking (nr. 6) og eina almenna lýsing av tøkniligu og bygnaðarligu trygdartiltøkunum, sum eru sett í verk (nr. 7).

Yvirlitini hjá dátuviðgeranum skulu ikki innihalda eins nógvar upplýsingar. Upplýsingarnar, sum skulu við, eru nevndar í stk. 2, nr. 1 - 4. Hetta er navn og samskiftisupplýsingar (nr. 1), slag av viðgerð (nr. 2), upplýsing um flutning til útland, triðjaland ella millumtjóðafelagsskap (nr. 3) og eina almenna lýsing av tøkniligu og bygnaðarligu trygdartiltøkunum, sum eru sett í verk (nr. 4).

Endamálið við einum yvirliti yvir viðgerðir er, at dátuábyrgdarin og dátuviðgerin til allar tíðir hava greiðu á, hvørjar upplýsingar verða viðgjørdar og til hvørji endamál o.s.fr. Talan er tí um ein grundleggjandi part av dátuverndararbeiðinum hjá einstaka dátuábyrgdaranum ella dátuviðgeranum.

Vegleiðingin um yvirlit við viðgerðir kann lesast her.

Kunning til tann skrásetta sbrt. §§ 21-25 í dátuverndarlógini

Í §§ 21-25 eru reglur um nær og hvussu dátuábyrgdarin skal kunna tann skrásetta. Kunningin er partur av teimum rættindum, ið dátuverndarlógin gevur tí skrásetta, og skal tryggja, at øll viðgerð av persónupplýsingum fer fram á ein gjøgnumskygdan hátt.

Í § 21 eru yvirskipaðar reglur um ta kunning, ið skrásetti skal hava. Tað verður ásett, at upplýsingarnar skulu gevast á ein stuttorðaðan og lætt skilligan máta. Eisini skal kunningin vera á einum greiðum og einføldum máli. Á dáturáðsfundi tann 1. november tók Dáturáðið prinsippiella avgerð um, at kunningin til tann skrásetta sum meginregla eigur at vera á føroyskum. Tað vil eitt nú siga, at dátuverndarkunningin á eini heimasíðu skal vera á føroyskum. Hetta er tó ein meginregla. Dátueftirlitið kann, eftir eina ítøkiliga meting, geva loyvi til, at kunningin verður givin á øðrum máli enn føroyskum.

Vegleiðingin um kunningarskylduna kann lesast her. (GG – vegleiðingin er ikki dagførd síðani dáturáðsavgerðina tann 1. november)

Eftirlitsvitjanir

Umframt skrivligu eftirlitini fer Dátueftirlitið í 2023 á eftirlitsvitjan á viðgerðarstøðum, ið umsita heilivág fyri borgarar/búðfólk. Heilivágur er ofta merktur við viðkvomum persónupplýsingum, og endamálið við eftirlitsvitjanum er at kanna um viðkomu persónupplýsingarnar verða handfarnar í samsvari við dátuverndarlógina. Væntandi fer Dátueftirlitið at vitja millum 5 og 10 slík viðgerðarstøð í 2023.