Føroyar framvegis trygt triðjaland í dátuverndarhøpi
Nú er greitt, at Føroyar varðveita sína góðkenning sum trygt triðjaland í dátuverndarhøpi. Hetta sæst í frágreiðing, sum ES-nevndin læt úr hondum í gjár, 15. januar 2024.
Niðurstøðan hjá ES-nevndini er grundað á, at trygdarstøðið í Føroyum verður mett at vera á nøktandi støði í mun til trygdarstøðið í ES.
Frágreiðingin leggur dent á, at Føroyar fingu eina nýggja dátuverndarlóg í 2021, sum í stóran mun er grundað á ES-lóggávuna.
Føroyar vóru á fyrsta sinni góðkendar sum trygt triðjaland í 2010. Tá nýggja ES-dátuverndarlógin, General Data Protection Regulation (GDPR), kom í gildi í 2018, gjørdi ES tó greitt, at nú skuldu øll triðjalondini metast av nýggjum – hesaferð við støði í GDPR.
Tíðindaskrivið frá Løgmálaráðnum kann lesast her.
Frágreiðingin hjá ES-nevndini kann lesast her.