03-06-2021
Freist at fráboða vakmyndatól 1. juli
1. januar 2021 kom nýggj løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli í gildi. Nýggja løgtingslógin hevur reglur um, nær yvirvøka við vakmyndatóli kann fara fram og undir hvørjum treytum.
Lógin ásetur, at Dátueftirlitið skal føra eina skrá yvir vakmyndatól, og tí skal tað fráboðast til Dátueftirlitið, tá vakmyndatól verða sett upp.
Vakmyndatól, sum vóru sett upp áðrenn 1. januar 2021, skulu fráboðast av nýggjum í seinasta lagi 1. juli 2021.
Vakmyndatól skulu fráboðast á serligum fráboðanarskjali, sum liggur her.
Dátueftirlitið hevur saman við Føroya Politi og Løgmansskrivstovuni gjørt eina vegleiðing um nýggju lógina. Les vegleiðingina her.