19-10-2022
Fundur fyri norðurlendsku dátueftirlitini
Tann 13. og 14. oktobur hittust norðurlendsku dátueftirlitini í Helsinki fyri at deila royndir og kjakast um viðkomandi evni.
Árligi norðurlendski fundurin hevur verið síðani 1988, men orsaka av korona hevur steðgur verið síðani 2019. Eins og á seinasta fundi í Stokkhólmi bleiv ein yvirlýsing samtykt. Helsinki yvirlýsingin leggur serligan dent á verju av dáta hjá børnum. Ætlanin er at stovna ein arbeiðsbólk, sum skal fáast við børn og spæl á netinum. Arbeiðsbólkurin skal áseta felags fyrilit, sum skulu takast og gera vegleiðingar.
Yvirlýsingin kann lesast her.
Ísland, Áland, Svøríki, Finnland, Danmark, Norra og Føroyar