24-05-2023
Fundur í Reykjavík fyri norðurlendsku dátueftirlitini
Tann 15. og 16. mai hittust norðurlendsku dátueftirlitini í Reykjavík fyri at deila royndir og kjakast um viðkomandi evni.
Árligi norðurlendski fundurin hevur verið síðani 1988. Eins og á seinasta fundi í Helsinki bleiv ein yvirlýsing samtykt. Reykjavík yvirlýsingin leggur serligan dent á at styrka samstarvið millum norðanlondini og at halda á fram við at kanna dátu- og váðagrundaða tilgongdina fyri eftirlit.
Yvirlýsingin kann lesast her.
Anu, Lena, Christina, Tóri, Helga, Lena og Line
Finnland, Áland, Danmark, Føroyar, Ísland, Svøríki og Norra