Dátueftirlitið
12-02-2025

Heilsumálaráðið fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum

Tann 8. februar 2024 sendi Heilsumálaráðið Dátueftirlitinum eina fráboðan um eitt møguligt trygdarbrot, tí man hevði sent møguligar persónupplýsingar víðari til ein óviðkomandi triðjapart.

Ein borgari hevði kært avgerðina í einum setanarmálið á einum stovni, (Stovni A), undir Heilsumálaráðnum til ráðið. Tá ráðið sendi viðkomandi stovni kæruna til viðmerkingar, sendi ráðið upplýsingar um eitt annað kærumál í einum øðrum setanarmálið, sum sami borgari áður hevði kært til ráðið. Talan var sostatt um upplýsingar um, at viðkomandi hevði søkt starv hjá stovninum (Stovni B), men ikki fingið starvið og síðani hevði kært avgerðina til Heilsumálaráðið.

Sambært § 47, stk. 2 skal dátuábyrgdarin gera eina ítøkiliga meting, um trygdarbrotið skal fráboðast til Dátueftirlitið. Trygdarbrotið skal ikki fráboðast til Dátueftirlitið, um tað er ósannlíkt, at brotið hevur við sær ein váða fyri rættindi og frælsisrættindi hjá skrásetta.

Eftir at hava viðgjørt málið, tók Dátueftirlitið avgerð um at geva Heilsumálaráðnum eina álvarsliga átalu. Dátueftirlitið legði dent á, at

1) Heilsumálaráðið tyktist ikki hava gjørt sær greitt, hvat hugtakið ”persónupplýsingar” umfatar og tískil heldur ikki gjørt sær greitt, nær eitt trygdarbrot eigur at fráboðast til Dátueftirlitið

2) tí at Dátueftirlitið var ósamt við Heilsumálaráðinum í, at trygdarbrotið ikki kundi fáa avleiðingar fyri tann skrásetta, m.a. tí talan var um upplýsingar um eitt setanarmál, ið varð kært til Heilsumálaráðið, ið vóru sendar til ein óviðkomandi triðjapart, ið samstundis var ein møguligur arbeiðsgevari hjá tí skrásetta.

At hava greiðu á, nær talan er um persónupplýsingar er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at ein dátuábyrgdari yvirhøvur kann halda dátuverndarlógina, og tí eiga dátuábyrgdarar at gera sær púra greitt, nær talan er um persónupplýsingar, og nær talan er um upplýsingar, ið ikki eru fevndar av hugtakinum.