Dátueftirlitið
15-11-2021

Nýggj skabelón til dátuviðgerðaravtalur

Løgmansskrivstovan hevur góðkent nýggja skabelón til dátuviðgerðaravtalur.

Ein dátuábyrgdari kann bert nýta dátuviðgerar, sum veita fullgóða trygd fyri, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina. Viðgerð av persónupplýsingum hjá dátuviðgera skal vera grundað á bindandi avtalu.

Sambært dátuverndarlógini kann landsstýrismaðurin eftir ummæli frá Dátueftirlitinum góðkenna standardásetingar, sum kunnu nýtast í avtalu millum dátuábyrgdara og dátuviðgera.

Løgmansskrivstovan góðkendi í desember 2020 standardásetingar.

Dátueftirlitið hevur í heyst arbeitt við einum uppskoti til standardásetingar afturat, sum er ein stytt útgáva av standardásetingunum, sum Løgmansskrivstovan góðkendi í desember 2020.

Endamálið við styttu útgávuni er at geva føroyskum dátuábyrgdarum eitt meira atgeingiligt og brúkaravinarligt uppskot um dátuviðgerðaravtalu, sum samstundis lýkur treytirnar í dátuverndarlógini.

Standardásetingarnar eru nú góðkendar av Løgmansskrivstovuni og eru tøkar á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.

Standardásetingarnar eru tøkar her.