Dátueftirlitið
08-09-2021

Nýggjar standardásetingar um dátuvernd góðkendar

Dátueftirlitið hevur mælt Løgmansskrivstovuni til at góðkenna standardásetingarnar hjá ES nevndini um flutning av persónupplýsingum til ótrygg triðjalond. Løgmansskrivstovan hevur boðað Dátueftirlitinum frá, at ásetinginarnar eru góðkendar.

Hetta merkir, at føroyskar fyritøkur o.o. kunnu brúka standardásetingarnar hjá ES nevndini, tá persónupplýsingar verða fluttar úr Føroyum til ótrygg triðjalond. Standardásetingarnar tryggja, at dátuverndin er á einum nøktandi støði.

Persónupplýsingar kunnu flytast til ótrygg triðjalond, um viðkomandi, sum skal flyta upplýsingarnar, veitir fullgóða trygd, og treytað av, at rættindi og virkin rættarstig fyri skrásett eru tøk.

Ótrygg triðjalond eru lond uttan fyri ES/EBS, og lond sum ikki eru nevnd í kunngerð nr. 175 frá 16. desember 2020.

Sambært § 61, stk. 2, nr. 2 í dátuverndarlógini kann fullgóða trygdin veitast í standardásetingum um dátuvernd, sum eru góðkendar av landsstýrismanninum eftir ummæli frá Dátueftirlitinum.

ES-nevndin hevur 4. juni 2021 viðtikið nýggjar standardásetingar um dátuvernd at nýta, tá persónupplýsingar verða fluttar til ótrygg triðjalond. Standardásetingarnar kunnu tillagast, alt eftir um persónupplýsingar verða fluttar til dátuábyrgdara, dátuviðgera ella undirdátuviðgera í ótrygga triðjalandinum.

Standardásetingarnar hjá ES nevndini eru nú góðkendar í Føroyum.

Løgmaður hevur áður góðkent standardásetingar um dátuvernd. Hesar standardásetingar skulu ikki nýtast longur og  fara tí úr gildi 27. september 2021. Um flutningur til ótrygg triðjalond fer fram grundað á tær áður góðkendu standardásetingarnar, kann flutningurin halda fram inntil 27. desember 2022, um avtalan um flutning er inngingin áðrenn 27. september 2021.

Standardásetingarnar er tøkar á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum. Les meira her.