Dátueftirlitið
22-02-2021

Nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum

Katrin Thorsvig Hansen verður nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum.

Katrin er útbúgvin løgfrøðingur og hevur viðkomandi royndir á persónsupplýsingarøkinum. Hon var eitt nú samráðingarleiðari hjá danska Løgmálaráðnum, tá ið samráðingar vóru um nýggju ES-Persóndátufyriskipanina - eisini rópt GPDR. Katrin hevur eisini havt ein týðandi leiklut í arbeiðinum at orða nýggju dátuverndarlógina í Føroyum, sum kom í gildi um ársskiftið.

Seinasta mánaðirnar hevur Katrin verið virkandi stjóri á Dátueftirlitinum.

Katrin er 39 ára gomul, og er ættað úr Nólsoy.

Katrin byrjar í stjórastarvinum tann 1. mars 2021.