Podvarp 3 í adventskalendaranum og mangt annað nýtt
3. partur í adventskalendaranum
3. partur í podvarpinum hjá Dátueftirlitinum er tøkur.
Hesu ferð snýr podvarpið seg um, hvørji rættindi tey skrásettu fáa í dátuverndarlógini. Í podvarpinum verður m.a. greitt nærri frá rættinum til kunning og rættinum til striking.
Podvarpið er serliga ætlað smáum fyritøkum og einstaklingum, sum vilja vita meira um dátuverndarøkið.
Lurta eftir podvarpinum her.
Vegleiðing um dátuábyrgdarar og dátuviðgerar og nýggj standardavtala
Nýggj vegleiðing um dátuábyrgdarar og dátuviðgerar er tøk á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum. Í vegleiðingini ber til at lesa meira um, hvør ein dátuábyrgdari er, og hvussu man kann staðfesta, um man er dátuábyrgdari ella dátuviðgeri.
Harumframt er ein nýggj standard dátuviðgeraravtala tøk á heimasíðuni. Standardavtalan kann nýtast, tá dátuábyrgdarar og dátuviðgerar skulu gera eina avtalu, sum lýkur krøvini í § 41 í dátuverndarlógini.
Tú finnur vegleiðingina og standardavtaluna her.
Kunngerð um triðjalond, sum hava nøktandi verndarstøði viðvíkjandi flutningi av persónupplýsingum
1. januar 2021 kemur kunngerð um triðjalond, sum hava nøktandi verndarstøði viðvíkjandi flutningi av persónupplýsingum í gildi. Kunngerðin kemur í staðin fyri kunngerð nr. 31. frá 21. mars 2019 um flutning av persónupplýsingum til útlond.
Kunngerðin er tøk her.
Gev gætur, at nýggja kunngerðin ikki nevnir ES- og EBS-lond. Orsøkin er, at hesi lond í dátuverndarlógini verða nevnd útlond, og at persónupplýsingar sambært § 59 kunnu flytast til útlond uttan serliga góðkenning ella loyvi frammanundan.