28-01-2021
Standardavtala um felags dátuábyrgd
Dátuverndarlógin ásetur, at tá tveir ella fleiri dátuábyrgdarar eru um somu viðgerð, so skulu hesir felags dátuábyrgdarar á gjøgnumskygdan hátt skipa sínámillum ábyrgd fyri at halda skyldurnar í dátuverndarlógini.
Dátueftirlitið hevur gjørt eina standardavtalu um felags dátuábyrgd, sum kann nýtast, tá tveir ella fleiri dátuábyrgdarar skulu skipa ábyrgdina sínámillum.
Standardavtalan liggur á heimasíðuni undir vegleiðingar og skabelónir. Standardavtalan er eisini tøk her.