Dátueftirlitið
08-12-2021

Tóri Højgaard nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum

Tóri Højgaard er settur í starv sum stjóri á Dátueftirlitinum.

Tóri er 36 ár og løgfrøðingur. Hann hevur serliga áhuga í dátuvernd, fyrisitingarrætti og kunningartøkni.

Hann hevur seinastu árini arbeitt sum løgfrøðingur í landsfyrisitingini, har hann seinasta árið hevur arbeitt nógv við dátuvernd og kunningartøkni.

Tóri hevur eisini royndir úr privatu vinnuni og sum miðlafólk.

Tóri Højgaard tekur við starvinum 1. februar 2022.

Á Dátueftirlitinum ynskja vit Tóra hjartaliga vælkomnum.