Dátueftirlitið
08-12-2020

Trygdarskoðan fyri 2020

1. januar 2021 kemur løgtingslógin um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) í gildi. Samstundis fer løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum (persónsupplýsingarlógin) og kunngerðir við heimild í henni úr gildi. Hetta hevur m.a. við sær, at kravið um árliga trygdarskoðan í § 5 í kunngerð í trygd í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum (trygdarkunngerðin) fellur burtur.

Av tí, at kravið um árliga trygdarskoðan fellur burtur 1. januar 2021, skulu stovnar og virki ikki senda Dátueftirlitinum trygdarskoðan fyri 2020 uttan so, at Dátueftirlitið ítøkiliga biður um hetta í sambandi við eftirlit komandi ár.

Hóast trygdarkunngerðin fer úr gildi, verða krøvini til trygd í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum framhaldandi høg og í ávísum førum hægri enn í dag.

Dátuverndarlógin byggir á eina meginreglu um ábyrgd og á eina váðagrundaða tilgongd. Hetta merkir, at tann, sum viðgerð persónupplýsingar í útgangsstøðinum sjálvur skal taka støðu til, hvørji trygdartiltøk skulu setast í verk, og tryggja at hesi samsvara við váðan, sum er við viðgerðini.

Í § 46 í dátuverndarlógini er ásett, at dátuábyrgdarin og dátuviðgerin skulu seta hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja eitt trygdarstøði, sum hóskar til váðarnar, sum standast av viðgerðini. Dátuábyrgdarin og dátuviðgerin skulu í hesum sambandi hava fyrilit fyri verandi tøkniliga støði, verksetanarkostnaði og slagi av viðgerð, vavi, samanhangi og endamáli, umframt sannlíku váðunum og álvarum fyri rættindi hjá einstaklingum. Tiltøkini kunnu m.a. fevna um:

  • dulnevning ella bronglan av persónupplýsingum,
  • at tryggja áhaldandi trúnað, integritet, atkomu og haldføri frá viðgerðarskipanum og viðgerðartænastum,
  • føri til rættstundis at fáa í rættlag atkomu og atgongd til persónupplýsingar eftir fysiskan ella tøkniligan tilburð, og
  • mannagongd til regluliga royndarkanning, meting og eftirmeting av virkisføri í sambandi við tøkniligu og bygnaðarligu tiltøkini, sum tryggja viðgerðartrygd.

Árlig trygdarskoðan fer framhaldandi at vera eitt viðkomandi trygdartiltak hjá nógvum dátuábyrgdarum og dátuviðgerum, hóast hetta ikki er ásett, sum krav í lóggávu. Trygdarskoðan er við til at geva dátuábyrgdaranum og dátuviðgeranum eina mynd av trygdini og vil tí ofta vera eitt viðkomandi amboð.

Les meira um trygd í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum í samsvari við dátuverndarlógina í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum.

Møguligir spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til dat@dat.fo.