Dátueftirlitið
15-12-2021

Viðgerðarloyvir ganga út 1. januar 2022

Í dátuverndarlógini, sum kom í gildi 1. januar 2021, er ásett í § 81, stk. 3, at loyvi, sum Dátueftirlitið hevði givið sambært persónsupplýsingalógini hava gildi til 1. januar 2022.

Persónsupplýsingalógin, t.e. løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónupplýsingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004, fór úr gildi 31. desember 2020.

Dátuábyrgdarar, sum hava fingið loyvi og viðgera persónupplýsingar sambært 35 í persónsupplýsingalógini, fingu sostatt eitt longri tíðarskeið at skipa síni viðurskifti í samsvari við dátuverndarlógina.

Innan 1. januar 2022 skulu dátuábyrgdarar tí tryggja sær, at øll viðgerð av persónupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina, um viðgerðin lógliga kann halda fram.

Hetta fevnir yvirskipað um heimildargrundarlag undir viðgerðini, trygd í sambandi við viðgerðina, kunning til skrásetta og rættindi, sum skrásett kunnu gera galdandi, og meginreglurnar fyri viðgerð av persónupplýsingum.

Heimildargrundarlag

Dátuábyrgdarin skal hava heimild at viðgera viðkvæmar persónupplýsingar. Heimildin kann vera í §§ 12-18 í dátuverndarlógini.

Er ikki annað heimildargrundarlag, kann lóglig viðgerð møguliga fara fram sambært § 12, stk. 2, pkt. 2 ella § 18, stk. 3. Til hetta krevst nýtt loyvi frá Dátueftirlitinum. Til ber at venda sær til Dátueftirlitið í hesum sambandi.

Trygd í sambandi við viðgerðina

Dátuábyrgdarin skal kanna eftir, um trygdartiltøkini framvegis hóska til teir váðar, sum eru við viðgerðini, og seta onnur ella nýggj trygdartiltøk í verk, har tað er neyðugt.

Rættindi hjá skrásetta

Dátuábyrgdarin skal geva gætur, at krøvini og vavi av rættindunum eru víðkað við dátuverndarlógini. Dátuábyrgdarin skal tí kanna eftir, at kunning og viðgerð av rættindum framyvir er í samsvari við kapittul 4 í dátuverndarlógini.

Meginreglur fyri viðgerð av persónupplýsingum

Dátuábyrgdarar skulu  tryggja, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við meginreglurnar í § 7 í dátuverndarlógini. Við dátuverndarlógini er áherðsla løgd á gjøgnumskygni, sum hevur til endamáls, at skrásett skulu hava størri ræði á egnum persónupplýsingum og vita, hvat tær verða nýttar til. Kunning til skrásett um viðgerð av persónupplýsingum skal vera løtt at koma fram á og løtt at skilja.