Vegleiðingar og frymlar
Dátueftirlitið hevur gjørt fleiri vegleiðingar um reglurnar í dátuverndarlógini. Dátueftirlitið hevur eisini gjørt frymlar og standardavtalur. Á hesi síðu eru hesar savnaðar.
Vegleiðingar
Minnislisti yvir myndanýtslu á skúlum og stovnum
Vegleiðing um myndanýtslu á skúlum
Vegleiðing um myndanýtslu á stovnum
Vegleiðing um álitisfólk
Vegleiðing um eftirlit við dátuviðgerum
Vegleiðing um áhugafeløg og viðgerð av persónupplýsingum
Vegleiðing um løgtingslóg um vakmyndatól
Vegleiðing um vitjandi á heimasíðum
Vegleiðing um flutning av persónupplýsingum úr Føroyum
Vegleiðing um viðgerð av persónupplýsingum til granskingarendamál
Vegleiðing um yvirlit yvir viðgerðir
Vegleiðing um dátuábyrgdara og dátuviðgera
Vegleiðing um dátuvernd í starvsviðurskiftum
Skabelónir
Frymil: Fráboðan um vakmyndatól
Frymil: Fráboðan um trygdarbrot
Frymil: Yvirlit yvir viðgerðir (dátuábyrgdari)
Frymil: Yvirlit yvir viðgerðir (dátuviðgeri)
Frymil: Váðameting
Frymil: Kunning, tá upplýsingar verða savnaðar
Frymil: Umbøn um innlit
Standardavtalur
Dátuviðgerðaravtalur
Sambært § 41, stk. 1, í dátuverndarlógini kann ein dátuábyrgdari bert nýta dátuviðgerar, sum veita fullgóða trygd fyri, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina.
Sambært § 41, stk. 2, skal lóglig viðgerð av persónupplýsingum hjá dátuviðgera vera grundað á avtalu, sum er bindandi millum partarnar.
§ 43, stk. 1, heimilar landsstýrismanninum eftir ummæli frá Dátueftirlitinum at góðkenna standardásetingar í teimum førum, sum eru nevnd í § 41, stk. 2, og § 42, stk. 2, í dátuverndarlógini.
Endamálið við standardásetingunum er, at dátuábyrgdari og dátuviðgeri kunnu halda seg til eitt avtaluuppskot um viðgerð av persónupplýsingum, sum lýkur krøvini í §§ 41 og 42 í dátuverndarlógini.
Løgmansskrivstovan góðkendi í desember 2020 eftir ummæli frá Dátueftirlitinum eitt uppskot um standardásetingar sambært § 43, stk. 1.
Hesar standardásetingar, eru grundaðar á standardásetingarnar, sum áður vóru góðkendar í Danmark.
Standardásetingarnar, sum vóru góðkendar í desember 2020, eru tøkar her:
Dátueftirlitið hevur síðani arbeitt við eini styttari útgávu av standardásetingunum.
Endamálið við styttu útgávuni er at geva føroyskum dátuábyrgdarum eitt meira atgeingiligt og brúkaravinarligt uppskot um dátuviðgerðaravtalu, sum samstundis lýkur treytirnar í §§ 41 og 42 í dátuverndarlógini.
Løgmansskrivstovan góðkendi hesar standardásetingar í november 2021. Stytta útgávan er tøk her:
Standard dátuviðgerðaravtala (stytt útgáva)
Avtala um felags dátuábyrgd
Um tveir ella fleiri dátuábyrgdarar í felag skipa endamálini við og hjálpitólini til viðgerð, eru teir felags dátuábyrgdarar. Dátuábyrgdararnir skulu tá sambært § 39 í dátuverndarlógini á gjøgnumskygdan hátt skipa ábyrgdina sínámillum fyri at halda skyldurnar í dátuverndarlógini.
Dátueftirlitið hevur gjørt eina standardavtalu um felags dátuábyrgd. Avtalan er tøk her: