Vakmyndatól

Dátueftirlitið metir, at viðgerð við vakmyndatólið og øðrum yvirvøkutólum í stóran mun eru skerjandi fyri persónliga frælsið og heimafriðin, og at vakmyndatól og onnur yvirvøkutól tí eiga at verða nýtt við størsta varsemi og bara, tá ið tað er neyðugt.

Viðgerð av persónsupplýsingum við vakmyndatólið skal vera í samsvari við persónsupplýsingalógina (t.e. løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004) og her undir trygdarkunngerðina (t.e. kunngerð nr. 28 frá 27. februar 2003 um trygd í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum).

Tað er skyldan hjá dátuábyrgdaranum at tryggja, at viðgerðin til eina og hvørja tíð er í samsvari við reglurnar í persónsupplýsingalógini og trygdarkunngerðini – eisini tá ið dátuábyrgdari letur dátuviðgera ella øðrum gera arbeiði fyri seg.

Hetta merkir m.a., at dátuábyrgdari skal hava váðameting og greiðar mannagongdir viðvíkjandi handfer av upptøkunum, og at persónsupplýsingar bert verða viðgjørdar sambært teimum skjalfestu mannagongdunum.

Dátuábyrgdari skal hava greiðar mannagongdir viðvíkjandi trygd og trúnað, samstundis sum dátuábyrgdari skal hava mannagongdir, sum tryggja rættindini hjá skrásetta eftir kap. 6 og 7 í lógini, umframt mannagongdir viðvíkjandi víðarilatan til løgregluna ella annan viðkomandi myndugleika.

Viðgerð við vakmyndatóli hevur vanliga til endamáls at fyribyrgja móti herverki og stuldri og at kunna greiða, hvat er farið fram í sambandi við herverk og stuldur.

Herverk og stuldur eru revsiverd viðurskifti, og viðgerð av revsiverdum viðurskiftum er viðgerð av viðkvomum persónsupplýsingum, sambært § 2, stk. 1, nr. 9.

Viðgerð av viðkvomum persónsupplýsingum við vakmyndatóli krevur viðgerðarloyvi frá Dátueftirlitinum, áðrenn viðgerðin kann fara lógliga fram.

Loyvi krevur, at tiltøk vera gjørd at tryggja áhugamál skrásetta. Dátueftirlitið kann umframt áseta serliga treytir fyri loyvinum. Loyvi at viðgera persónsupplýsingar við vakmyndatóli í sambandi við herverk og stuldur verður givið, tá ið Dátueftirlitið metir, at dátuábyrgdari handfer persónsupplýsingarnar eftir fyriskipaðum mannagongdum í samsvari við persónsupplýsingalógina og tær reglur, sum eru settar í gildi við heimild lógini, og dátuábyrgdari kann tryggja, at viðgerðin av persónsupplýsingum nøktar tær treytir, persónsupplýsingalógin setir um trúnað, sjálvræðisrætt og innlit, eins og dátuábyrgdari við fyriskipanarligum, tekniskum og fysiskum tiltøkum tryggjar, at persónsupplýsingar ikki av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar ella minka í virði, og at óviðkomandi ikki fáa kunnleika persónsupplýsingarnar, misbrúka tær ella annars ólógliga viðgera tær.

Oyðublað um umsókn um loyvi at viðgera persónsupplýsingar við vakmyndatóli er at finna her

i

Vegleiðingar

l

Umsókn um vakmyndatól