Góð ráð um keyp á netinum
i

Vegleiðingar

Í seinastuni hava tíðindi verið frammi í miðlunum um, at fólk eru komin illa fyri í sambandi við handil á netinum, og kemur Dátueftirlitið tí við góðum ráðum um, hvussu ein sjálvur kann gera fyri at verja seg.

Internet-sølan er vaksandi. Mett verður, at internethandilin í Europa í 2009 hevði ein umsetning upp á 900 mia.kr., og at hesin í 2013 kemur at verða tað dupulta.

ES arbeiðir við at fáa samsvar í reglunum á økinum, so øll 27 londini hava eins reglur.

Tú eigur altíð at vera varin við at leggja tínar upplýsingar á netið.

Arbeitt eigur alla tíðina at vera við at betra um trygdina á netinum.

Tað tú sjálv kanst gera er:

  • At tryggja títt egna net við virusverju, firewall o.t. og at syrgja fyri, at trygdin alla tíðina er dagførd.
  • Brúka vanligt vit og skil: Bara at keypa frá kendum veitarum, kanna síðuna, áðrenn tú keypir, hvørjum keypir tú frá: navn, bústaður, t-postur, telefon nr. skráset. nr., tryggja tær at ábyrgdarpersónur er aftanfyri.
  • Hevur handilin ein persónsupplýsingarpolitikk: Skalt tú t.d. lata nógvar upplýsingar um teg sjálva fyri at sleppa at keypa, mást tú umhugsa, um tú vilt keypa á síðuni
  • Internethandlar hava skyldu at upplýsa, hvørjar upplýsingar teir skráseta, og hvat tær skulu brúkast til

Annars tá tú keypir á netinum:

  • Kanna, hvat er við í prísinum (levering, avgjøld)
  • Skriva ordran og váttanina út og goym tey
  • Kanna kontoyvirlitið fyri at vita, um upphædd er farin av fleiri ferðir, og um upphæddir eru farnar av kontoini, sum tú ikki kennist við
  • Ikki upplýsa p-tal og annars yvirhøvur ikki upplýsa meira enn neyðugt.

Tað er av allarstørsta týdningi at hugsa um, at tú ikki ert anonym á netinum – tøkniliga menningin ger tað gjørligt at skráseta alt, ið fyriferst á netinum, og ongantíð fyrr hevur tað verið gjørligt at savna so nógvar upplýsingar um tann einstaka, sum í dag.

Ein kanning, gjørd í fjør vísir, at Google, Yahoo, Microsoft o.o. fylgja við, hvat brúkarin ger á netsíðunum og skrásetir tað. “Tað er fyri at kunna geva brúkaranum meira viðkomandi lýsingartilfar”, sigur Google.

Halt ikki uppat við at keypa á netinum – tað er komið fyri at vera, og tað ber til at brúka tað við skili. Tú kemur longst við at hugsa teg um og brúka vanligt vit og skil.