Vegleiðingar
Dátueftirlitið hevur í seinastuni fingið nógvar fyrispurningar um nýtslu av persónstalinum, og vil tí í hesum sambandi kunna um reglurnar á økinum.
Sambært persónsupplýsingarlógini kunnu almennir myndugleikar, t.v.s. lands- og kommunalir myndugleikar, brúka p-talið til eintýdda eyðmerking. Hetta skal skiljast á tann hátt, at við at nýta p-talið skal eingin ivi vera um, at talan er um rætta persónin. Somuleiðis kunnu almennir myndugleikar nýta p-talið sum skránummar.
Tá tað snýr seg um privat, t.e. fyritøkur, virkir v.m., eru reglurnar fyri nýtslu av p-talinum strangari og hesi kunna bara viðgera p-talið, um
- viðgerðin er heimilað í lóg
- skrásetti nágreiniliga hevur givið sítt samtykki, ella
- viðgerðin bert fer fram til søgulig, vísindalig ella hagfrøðilig endamál.
Víðarigevan
Meðan almennir myndugleikar kunnu nýta p-talið m.a í samskiftinum sínamillum, eru strangar reglur fyri nær privat kunnu víðarigeva p-talið, og hetta er bert loyvt, um
- víðarigevingin er heimilað í lóg
- skrásetti nágreiniliga hevur givið sítt samtykki til víðarigevingina
- víðarigevingin er kravd av einum almennum myndugleika, ella
- víðarigevingin er ein nátturligur liður í regluliga virkseminum hjá virkjum o.ø. av tílíkum slag og er altýðandi fyri eina eintýdda eyðmerking av skrásetta.