Tíðindi
11. jun. 2024 Fulltrúi til Dátueftirlitið Eitt starv sum fulltrúi á Dátueftirlitinum er leyst at søkja. Les meira her.
06. jun. 2024 Dátueftirlitið søkir eftir skrivstovufólki Eitt starv sum skrivstovufólk hjá Dátueftirlitinum er leyst at søkja.
Starvslýsingin kann lesast her.
06. jun. 2024 Dátueftirlitið luttikið á norðurlenskum fundi 2024 luttók Dátueftirlitið í árliga fundinum millum norðurlensku dátueftirlitini. Fundurin hevur verið fastur táttur síðani 1988. Luttakandi londini eru Føroyar, Danmark, Noreg, Svøríki, Ísland, Áland og Finland.
Endamálið við árligu fundunum er at l
16. mai 2024 Fyritøka meldað til løgregluna Dátueftirlitið hevur meldað eina fyritøku til løgregluna fyri brot á dátuverndarlógina. Dátueftirlitið hevur mælt til, at málskravið verður ein sekt á 15 mió. kr.
Í august 2022 sendi fyritøkan Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot. Fyritøkan
16. mai 2024 Dátuverndarlógin broytt Tann 10. mai kom Løgtingslóg nr. 29 frá 10. mai 2024 um broyting í løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum í gildi. Løgtingslógin broytir § 73 í dátuverndarlógini.
Upprunaliga kundi Dátueftirlitið bert almannakunngera úttalilsir og avgerðir í navn
05. apr. 2024 Dáturáðið ásett eftlitisætlanina fyri 2024 Á dáturáðsfundi tann 16. apríl samtykti Dáturáðið eftirlitisætlanina hjá Dátueftirlitinum fyri 2024. Avgjørt varð, at evnini verða:
Yvirlit yvir viðgerðir sbrt. § 44 í dátuverndarlógini
Rættindini hjá tí skrásetta sbrt. kap. 4 í dátuverndarlógini
30. jan. 2024 Almenn móttøka - ÚTSETT Vegna veður er móttøkan útsett til mánadagin 5. feb. kl. 13-15
24. jan. 2024 Almenn móttøka Síðst í november í fjør flutti Dátueftirlitið í nýggj hølir á Heiðavegi 25 í Saltangará. Í hesum sambandi eru øll vælkomin til móttøku, og at síggja hølini mikudagin tann 31. januar frá kl. 13 til 15.
Á skránni verður tónleikur, røður og ábit.
16. jan. 2024 Føroyar framvegis trygt triðjaland í dátuverndarhøpi Nú er greitt, at Føroyar varðveita sína góðkenning sum trygt triðjaland í dátuverndarhøpi. Hetta sæst í frágreiðing, sum ES-nevndin læt úr hondum í gjár, 15. januar 2024.
Niðurstøðan hjá ES-nevndini er grundað á, at trygdarstøðið í Føroyum verður met
16. jan. 2024 Broyting í dátuverndarlógini send í almenna hoyring Mánadagin 15. januar sendi Løgmálaráðið "Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin)" í almenna hoyring.
Endamálið við broytingini er at strika kravið um navnloysi tá Dátueftirlitið almannakunnge
16. jan. 2024 Ársfrágreiðing fyri 2022 er nú tøk á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum Sambært § 68, nr. 7 í dátuverndarlógini skal Dátueftirlitið árliga lata úr hondum eina ársfrágreiðing, ið lýsir virksemið í undanfarna árið. Ársfrágreiðingin varð latin landsstýrismanninum tann 29. desember 2023, og er nú tøk á heimasíðuni.
Trýst her
07. sep. 2023 Dátueftirlitið flytur til Saltangará Eftir at Dátueftirlitið í longri tíð hevur leitað eftir hølum á eystara armi á Skjálafjørðinum, hava Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum, og Edvard Mikkelsen, stjóri í Sp/F Heiðahúsið týsdagin tann 5. september 2023 undirskrivað avtalu um, at Dá
27. jun. 2023 Føroya Politi og Dátueftirlitið: Minnist til at vísa góðan atburð á netinum Føroya Politi og Dátueftirlitið uppliva tíðum, at tónin á netinum er í so harður, og atburðurin í so ljótur.
Fyri at fyribyrgja lógarbrot og sum fortalarar fyri góðum atburði og góða tónanum á netinum, vilja Føroya Politi og Dátueftirlitið minna á, a
24. mai 2023 Fundur í Reykjavík fyri norðurlendsku dátueftirlitini Tann 15. og 16. mai hittust norðurlendsku dátueftirlitini í Reykjavík fyri at deila royndir og kjakast um viðkomandi evni.Árligi norðurlendski fundurin hevur verið síðani 1988. Eins og á seinasta fundi í Helsinki bleiv ein yvirlýsing samtykt. Reykja
20. feb. 2023 Myndir og upptøkur á dagstovnum og skúlum Tá dagstovnar og skúlar taka myndir og upptøkur av næmingum og starvsfólki er talan um viðgerð av persónupplýsingum, sum eru fevnd av reglunum í dátuverndarlógini. Tað kann vera torført at vita, hvat reglurnar siga, og spurningarnir eru fleiri; krevs
19. jan. 2023 Phishing teldupostar í umferð
Føroya Politi kunnar um, at fleiri phishing teldupostar eru í umferð í Føroyum í løtuni.
Eitt phishingálop er vanliga ein roynd at lumpa brúkaran til at lata teldusníkum trúnaðarupplýsingar, so sum brúkaranavn og loyniorð til teldupost ella aðrar KT
19. jan. 2023 Eftirlitsætlan fyri 2023 Á dáturáðsfundi tann 19. januar viðgjørdi Dáturáðið eftirlitsætlanina fyri 2023. Samtykt varð, at Dátueftirlitið fer at leggja serligan dent á tvey øki í 2023. Eftirlitini verða framd á tann hátt, at Dátueftirlitið skrivliga setur seg í samband við v
06. jan. 2023 Dátueftirlitið søkir eftir fulltrúa Spennandi starv sum fulltrúi á Dátueftirlitinum er leyst at søkja.
Les meira um starvið her.
19. okt. 2022 Fundur fyri norðurlendsku dátueftirlitini Tann 13. og 14. oktobur hittust norðurlendsku dátueftirlitini í Helsinki fyri at deila royndir og kjakast um viðkomandi evni. Árligi norðurlendski fundurin hevur verið síðani 1988, men orsaka av korona hevur steðgur verið síðani 2019. Eins og á seina
29. sep. 2022 Útboð av leigumáli til Dátueftirlitið - á eystara armi á Skálafjørðinum Í 2023 er ætlanin at Dátueftirlitið skal flyta úr Tórshavn inn á eystara arm av Skálafjørðinum.
Við hesum verður alment lýst eftir møguligum leigumáli til endamálið. Leigumálið kann verða í bygningi fyri seg ella ein part av bygningi, ið er væl egnað
25. aug. 2022 Endurlýsing - Dátueftirlitið søkir eftir løgfrøðingi Spennandi starv sum løgfrøðingur á Dátueftirltinum er leyst at søkja.
Les meira her.
15. jul. 2022 Skerdar telefon- og avgreiðslutíðir í summar Frá mánadegnum 18. juli til og við fríggjadagin 5. august er avgreiðslan stongd. Telefonin svarar tó frá kl. 10 til kl. 12.
Vit hava opið aftur sum vanligt mánadagin 8. august.
15. jul. 2022 Vit søkja eftir løgfrøðingi Spennandi starv sum løgfrøðingur á Dátueftirlitinum er leyst at søkja.
Les meira um starvið her.
13. jul. 2022 Dagførd vegleiðing um rættin til dátuflutning, mótmæli og til ikki at vera fyri automatiskari viðgerð Dátueftirlitið hevur dagført vegleiðingina um rættin til dátuflutning, mótmæli og til ikki at vera fyri automatiskari viðgerð. Vegleiðingin kann lesast her.
08. jul. 2022 Stovnur fingið kravboð um at tilnevna annað dátuverndarfólk Dátueftirlitið hevur givið einum stovni kravboð um at tilnevna annað dátuverndarfólk.
Stovnurin hevði tilnevnt stjóran sum dátuverndarfólk. Sambært dátuverndarlógini kann dátuverndarfólkið loysa aðrar uppgávur og skyldur fyri stovnin. Stovnurin skal
01. jun. 2022 Barnaváttanarlógin sett í gildi Tann 1. juni 2022 er barnaváttanarlógin sett í gildi. Endamálið við lógini er at verja børn og ung ímóti kynsligum ágangi. Lógin kann lesast her.
At fáa barnaváttan til vegar er viðgerð av persónupplýsingum um tann, ið barnaváttanin viðvíkur, og tað
06. mai 2022 Suðurkorea góðkent sum trygt triðjaland Løgmaður hevur nú góðkent Suðurkorea sum trygt triðjaland.
Løgmaður hevur í hesum sambandi mett, at Suðurkorea hevur eitt nøktandi verndarstøði viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum. Góðkenningin av Suðurkorea viðførir, at føroyskar fyritøkur og s
04. mai 2022 Eftirlitsætlan fyri 2022 Síðani dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021 hevur Dátueftirlitið lagt seg eftir at skipa eftirlitini á ymsar hættir. Fyri at koma breiðari út hevur Dátueftirlitið roynt spurnabløð sum nýtt eftirlitsamboð. Dátueftirlitið hevur ta fatan, at hesi