Tíðindi
08. apr. 2022 Dátueftirlitið um páskirnar Avgreiðslan er stongd frá mánadegnum 11. apríl 2022 til og við mikudagin 13. apríl 2022.
Telefonavgreiðslan svarar sum vanligt.
10. mar. 2022 Dátueftirlitið stongt hósdagin 10. mars 2022 Dátueftirlitið hevur stongt hósdagin 10. mars 2022.
25. feb. 2022 Dátueftirlitið søkir eftir løgfrøðingi Spennandi starv sum løgfrøðingur á Dátueftirlitinum er leyst at søkja.
Les meira um starvið her.
22. des. 2021 Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (4. partur) Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?
Ein jólasøga í fýra pørtum – 4. partur
Jólini nærkast í hvørjum, og jólamaðurin er farin undir tær síðstu fyrireikingarnar til jólaaftan. Nógv er, sum skal ganga upp í eina hægri eind, tá gávur skulu berast runt ti
22. des. 2021 Dátueftirlitið stongt í viku 52 Dátueftirlitið er stongt í viku 52 (27. desember - 30. desember).
Opið er aftur sum vanligt mánadagin 3. januar 2022.
Dátueftirlitið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
17. des. 2021 Dátuviðgerðaravtalur endurnýggjast áðrenn 1. januar 2022 Allar dátuviðgerðaravtalur skulu vera í samsvari við dátuverndarlógina í seinasta lagi 1. januar 2022.
Sambært § 81, stk. 4 í dátuverndarlógini, skulu allar dátuviðgerðaravtalur, sum vóru inngingnar, áðrenn dátuverndarlógin kom í gildi, verða í sams
15. des. 2021 Viðgerðarloyvir ganga út 1. januar 2022 Í dátuverndarlógini, sum kom í gildi 1. januar 2021, er ásett í § 81, stk. 3, at loyvi, sum Dátueftirlitið hevði givið sambært persónsupplýsingalógini hava gildi til 1. januar 2022.
Persónsupplýsingalógin, t.e. løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um v
15. des. 2021 Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (3. partur) Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?
Ein jólasøga í fýra pørtum – 3. partur
Desember er hálvrunnin, og jólamaðurin hevur úr at gera. Ein morgun spyr ein nissa, um jólamaðurin veit av, at øll tey, sum jólamaðurin skrásetur upplýsingar um, hava nøkur r
08. des. 2021 Tóri Højgaard nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum Tóri Højgaard er settur í starv sum stjóri á Dátueftirlitinum.
Tóri er 36 ár og løgfrøðingur. Hann hevur serliga áhuga í dátuvernd, fyrisitingarrætti og kunningartøkni.
Hann hevur seinastu árini arbeitt sum løgfrøðingur í landsfyrisitingini, har hann
08. des. 2021 Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (2. partur) Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?
Ein jólasøga í fýra pørtum – 2. partur
Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021, og jólamaðurin hevur nú fingið greiðu á, at hann kann skráseta navn, aldur, bústað og ynski hjá hvørjum einstakum barni í Føroyum.
01. des. 2021 Kunning um dátuvernd og koronapass Føroya Landsstýri mælir til, at koronapass verður nýtt í ymsum samanhangum. Á heimasíðuni korona.fo er greitt frá, at fyri at vera í gildi skal eitt koronupass uppfylla eina av seks treytum. Víst verður til korona.fo fyri nærri kunning hesum víðvíkja
01. des. 2021 Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (1. partur) Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?
Ein jólasøga í fýra pørtum – 1. partur
Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021, og jólamaðurin er í villareiði. Hevur lógin við sær, at jólamaðurin ikki kann skráseta, hvørjar gávur børnini í Føroyum ynskja sær
16. nov. 2021 Podvarp um dátuviðgerðaravtalur Ein nýggjur partur av podvarpinum hjá Dátueftirlitinum er tøkur á heimasíðuni.
Hesa ferð snýr podvarpið seg um dátuviðgerðaravtalur. Í podvarpinum verður m.a. greitt frá, hvat ein dátuviðgerðaravtala er, hvat endamálið er og nær man skal hava eina d
15. nov. 2021 Nýggj skabelón til dátuviðgerðaravtalur Løgmansskrivstovan hevur góðkent nýggja skabelón til dátuviðgerðaravtalur.
Ein dátuábyrgdari kann bert nýta dátuviðgerar, sum veita fullgóða trygd fyri, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina. Viðgerð av persónupplýsing
12. nov. 2021 Dátueftirlitið søkir eftir stjóra Dátueftirlitið søkir eftir nýggjum stjóra at byrja 1. februar 2022.
Stjórin á Dátueftirlitinum hevur dagligu leiðsluna og ábyrgdina av Dátueftirlitinum og skal saman við starvsfólkunum mynda Dátueftirlitið úteftir. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar
02. nov. 2021 Dátueftirlitið flutt í Sigmundargøtu 13 Dátueftirlitið er flutt í nýggj høli í Sigmundargøtu 13 á Skálatrøð í Havn.
28. okt. 2021 Dátueftirlitið stongt vegna flyting Dátueftirlitið flytur úr Tinganesi í høli í Sigmundargøtu í Havn.
Orsaka av flytingini er skrivstovan ikki opin fríggjadagin 29. oktober og mánadagin 1. november.
Opið er aftur sum vanligt týsdagin 2. november.
21. sep. 2021 Kravboð um skjalfestar mannagongdir fyri handfaring av trygdarbrotum Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við, um handfaringin hjá Landssjúkrahúsinum av brotum á persóndátutrygdina - sokallað trygdarbrot - er í samsvari við dátuverndarlógina.
Málið er endað við, at Dátueftirlitið hevur givið Landssjúkrahúsinum kravboð u
08. sep. 2021 Nýggjar standardásetingar um dátuvernd góðkendar Dátueftirlitið hevur mælt Løgmansskrivstovuni til at góðkenna standardásetingarnar hjá ES nevndini um flutning av persónupplýsingum til ótrygg triðjalond. Løgmansskrivstovan hevur boðað Dátueftirlitinum frá, at ásetinginarnar eru góðkendar.
Hetta mer
20. aug. 2021 Melda til tíðindabræv frá Dátueftirlitinum Melda teg til tíðindabræv frá Dátueftirlitinum og fá kunning um avgerðir, vegleiðingar o.a. av týdningi fyri dátuverndarøkið.
19. aug. 2021 Dátueftirlitið søkir eftir nýggjum fulltrúa Ert tú løgfrøðingur og hevur hug at arbeiða við dátuvernd, so er starvið sum fulltrúi hjá Dátueftirlitinum júst nakað fyri teg.
Uppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar og fevna m.a. um ítøkiliga og almenna ráðgeving og kunning um dátuverndarøkið
23. jul. 2021 Dátueftirlitið stongt í viku 30 Dátueftirlitið er stongt í viku 30 (26. juli - 30. juli).
Opið er aftur sum vanligt mánadagin 2. august.
23. jul. 2021 14 eftirlit við støði í ásetingunum um trygdarbrot Nýggja dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021. Ein týðandi broyting við lógini eru ásetingarnar um trygdarbrot í §§ 47 og 48.
Dátueftirlitið sendi í apríl mánað spurnarskjal um trygdarbrot til 14 fyritøkur og stovnar.
Tey flestu av málunum eru
21. jul. 2021 Nýggj vegleiðing og avgerð um landøkisásetingina Nýggj vegleiðing um eftirlit við dátuviðgerum er tøk á heimasíðuni.
Vegleiðingin greiðir frá skylduni, sum dátuábyrgdarin hevur at hava eftirlit við viðgerð av persónupplýsingum, sum dátuviðgeri ger fyri dátuábyrgdaran. Í vegleiðingini er greitt nærr
07. jul. 2021 Striking av persónupplýsingum í teldupostkassa Dátueftirlitið fær mangan spurningar um, hvussu leingi persónupplýsingar kunnu goymast í teldupostkassum. Tí hevur Dáturáðið á fundi 7. juli 2021 umrøtt spurningin um striking av upplýsingum í teldupostkassa (innbakka og útbakka).
Semja var um, at ta
07. jul. 2021 Almannakunngerð av p-tølum á tinglysing.fo Dátueftirlitið fekk 22. juni 2021 eina fráboðan um trygdarbrot frá Umhvørvisstovuni í samband við, at p-tøl vóru í skjølum, sum eru almannakunngjørd á talgildu tinglýsingini, tinglysing.fo.
Dátueftirlitið hevur viðgjørt fráboðanina og hevur sent Umhv
06. jul. 2021 ES hevur góðkent Sameinda Kongsríkið sum trygt triðjaland ES-nevndin góðkendi 28. juni 2021 Sameinda Kongsríkið sum trygt triðjaland viðvíkjandi flutningi av persónupplýsingum. Hetta hevur við sær, at persónupplýsingar kunnu flytast frítt úr ES til Sameinda Kongsríkið.
Avgerðin hevur samstundis við sær, at
18. jun. 2021 Dátueftirlitið flytir í fyribils høli Dátueftirlitið, sum í fleiri ár hevur húsast í hugnaligum húsum í Reyngøtu, fer í næstum at flyta í størri høli.
Til hølisviðurskiftini endaliga eru komin uppá pláss, flytir Dátueftirlitið tó frá mánadegnum 21. juni 2021 fyribils í Skibsted í Tingane
18. jun. 2021 Átalað, at yvirlit yvir viðgerðir ikki varð gjørt Dátueftirlitið sendi tann 19. mars 2021 stjórnarráðunum í Landsstýrinum eitt spurnarskjal við spurningum at svara. Spurningarnir tóku støði í skyldunum at tilnevna dátuverndarfólk og gera yvirlit yvir viðgerðir.
Yvirskipað bendu svarini frá stjórnar