Tíðindi
03. jun. 2021 Freist at fráboða vakmyndatól 1. juli 1. januar 2021 kom nýggj løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli í gildi. Nýggja løgtingslógin hevur reglur um, nær yvirvøka við vakmyndatóli kann fara fram og undir hvørjum treytum.
Lógin ásetur, at Dátueftirlitið skal føra eina skrá yvir vakmyndat
02. jun. 2021 Podvarp um trygdarbrot og fráboðan Nú er 7. partur í podvarpinum hjá Dátueftirlitinum tøkur á heimasíðuni.
Í hesum partinum av podvarpinum tosa Katrin og Hjørleivur um trygdarbrot og fráboðan til Dátueftirlitið. Hjørleivur greiðir m.a. frá, hvat eitt trygdarbrot er, og nær dátuábyrgda
21. mai 2021 6. partur í podvarpinum Nú er 6. partur í podvarpinum hjá Dátueftirlitinum tøkur á heimasíðuni.
Í hesum partinum av podvarpinum tosa Katrin og Brian um yvirlit yvir viðgerðir og dátuverndarfólk.
Lurtið eftir podvarpinum her.
17. mai 2021 Ársfrágreiðingin 2020 Dátueftirlitið hevur í dag latið ársfrágreiðingina fyri 2020 úr hondum.
Í frágreiðingini sæst millum annað, at talið á stovnaðum málum í 2020 var 372, sum er ein øking í mun til 2019. Umframt at viðgera ítøkiligar umsóknir um loyvir og kærur um viðge
12. mai 2021 5. partur í podvarpinum Nú er 5. partur í podvarpinum hjá Dátueftirlitinum tøkur á heimasíðuni.
Í hesum partinum av podvarpinum tosa Katrin og Brian um, hvørji krøv dátuverndarlógin setur til trygd í samband við viðgerð av persónupplýsingum og um, hvussu man ger váðameting
06. mai 2021 Dátuverndarlógin og cloudloysnir Dátueftirlitið fær mangan spurningar um, hvussu ásetingarnar í dátuverndarlógini skulu tulkast, tá persónupplýsingar verða goymdar í cloudloysnum, sum ikki eru staðsettar í Føroyum. Tí hevur Dáturáðið á fundi 5. mai 2021 umrøtt nýtslu av cloudloysnum
15. apr. 2021 Avgerðir í klagumálum um kennifílur, sum savna persónupplýsingar Dátueftirlitið hevur tikið avgerð í klagumálum um kennifílur á heimasíðum.
Klaga var m.a. um, at óneyðugar kennifílur komu inn á telduna hjá einum vitjandi á ávísum heimasíðum, áðrenn tann vitjandi hevði givið samtykki.
Sambært § 70, stk. 1 í dátuver
26. mar. 2021 Góðkendar standardásetingar um flutning av persónupplýsingum til ótrygg triðjalond Ein dátuábyrgdari ella dátuviðgeri kann flyta persónupplýsingar til eitt sokallað ótrygt triðjaland, um viðkomandi veitir fullgóða trygd, og treytað av, at rættindi og virkin rættarstig fyri skrásett eru tøk.
Sambært § 61, stk. 2, nr. 2 kann fullgóða
18. mar. 2021 Dátueftirlitið á 9 eftirlitsvitjanum í februar 2021 Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021 og Dátueftirlitið metir, at tað er av stórum týdning fyri stovnin at fáa eina fatan av, hvussu dátuverndarlógin er móttikin, og hvussu dátuverndarstøðið í Føroyum í heila tikið er. At fáa nærri kunnleika um
15. mar. 2021 Vegleiðing til áhugafeløg Tá áhugafeløg – ítróttarfeløg, politisk ungmannafeløg o.o. – viðgera upplýsingar um limir, er hetta viðgerð av persónupplýsingum, sum eru fevnd av reglunum í dátuverndarlógini. Reglurnar áseta m.a. nær og hvussu feløg kunnu viðgera upplýsingar um per
05. mar. 2021 Arbeiðsætlan hjá Dátueftirlitinum í 2021 1. januar 2021 kom nýggja dátuverndarlógin í gildi.
Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, sum fremur sítt virksemi í fullum óheftni. Dátueftirlitið hevur eftirlit við allari viðgerð av persónupplýsingum, sum dátuverndarlógin fevnir u
22. feb. 2021 Nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum Katrin Thorsvig Hansen verður nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum.
Katrin er útbúgvin løgfrøðingur og hevur viðkomandi royndir á persónsupplýsingarøkinum. Hon var eitt nú samráðingarleiðari hjá danska Løgmálaráðnum, tá ið samráðingar vóru um nýggju ES
18. feb. 2021 Deiling av myndum og teldupostsamskifti Á fundi 11. februar 2021 umrøddi Dáturáðið siðvenjuna hjá Dátueftirlitinum viðvíkjandi deiling og almannakunngerðing av myndum og krøv til teldupostsamskifti, tá persónupplýsingar verða sendar umvegis teldupost.
Deiling og almannakunngerðing av mynd
17. feb. 2021 Fráboðan um vakmyndatól 1. januar 2021 kom nýggj løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli í gildi. Nýggja løgtingslógin hevur reglur um, nær yvirvøka við vakmyndatóli kann fara fram og undir hvørjum treytum.
Dátueftirlitið hevur saman við Føroya Politi og Løgmansskrivstovu
09. feb. 2021 Biologiskt tilfar frá koronukanningum Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur svarað §52a spurningi frá Ruth Vang, løgtingskvinnu, um biologiskt tilfar frá koronukanningum.
Ruth Vang, løgtingskvinna, hevur spurt, nær biologiska tilfarið, sum verður savnað í sambandi við koronukanningar, v
28. jan. 2021 Standardavtala um felags dátuábyrgd Dátuverndarlógin ásetur, at tá tveir ella fleiri dátuábyrgdarar eru um somu viðgerð, so skulu hesir felags dátuábyrgdarar á gjøgnumskygdan hátt skipa sínámillum ábyrgd fyri at halda skyldurnar í dátuverndarlógini.
Dátueftirlitið hevur gjørt eina stan
20. jan. 2021 Tilnevning av dátuverndarfólki 1. januar 2021 kom løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) í gildi.
Sambært § 53, stk. 1, nr. 2 og nr. 3 skulu dátuábyrgdarar og dátuviðgerar tilnevna eitt dátuverndarfólk, tá kjarnuvirksemi dátuábyrgdaran
14. jan. 2021 Dátueftirlitið søkir eftir nýggjum stjóra Dátueftirlitið søkir eftir nýggjum stjóra at byrja skjótast til ber.
Stjórin á Dátueftirlitinum hevur dagligu leiðsluna og ábyrgdina av Dátueftirlitinum og skal saman við starvsfólkunum mynda Dátueftirlitið úteftir. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroytta
07. jan. 2021 Góðkend dátuviðgeraravtala og nýggjar vegleiðingar Standard dátuviðgeraravtala góðkend av landsstýrismanninum
Sambært § 43, stk. 1 í dátuverndarlógini kann landsstýrismaðurin eftri ummæli frá Dátueftirlitinum góðkenna eina standard dátuviðgeraravtalu. Løgmansskrivstovan hevur boðað Dátueftirlitinum f
23. des. 2020 4. partur í adventskalendaranum 4. partur í podvarpinum hjá Dátueftirlitinum er tøkur.
Dátuverndarlógin kemur í gildi 1. januar 2021 og hesu ferð snýr podvarpið seg um, hvussu tit koma í gongd við at fylgja reglunum í dátuverndarlógini. Eisini verður greitt frá, hvørjar avleiðingar
18. des. 2020 Podvarp 3 í adventskalendaranum og mangt annað nýtt
3. partur í adventskalendaranum
3. partur í podvarpinum hjá Dátueftirlitinum er tøkur.
Hesu ferð snýr podvarpið seg um, hvørji rættindi tey skrásettu fáa í dátuverndarlógini. Í podvarpinum verður m.a. greitt nærri frá rættinum til kunning og r
15. des. 2020 Ársfrágreiðingin 2019 Ársfrágreiðingin hjá Dátueftirlitinum fyri 2019 er givin út.
Sambært § 37, stk. 1, nr. 8 í persónsupplýsingarlógini ger Dátueftirlitið árliga eina ársfrágreiðing. Ársfrágreiðingin er ætlað almenninginum og er ein lýsing av virkseminum í árinum 2019.
10. des. 2020 Podvarp 2 í adventskalendaranum 2. partur í podvarpinum hjá Dátueftirlitinum er tøkur á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.
Hesu ferð snýr podvarpið seg um, hvørjar treytir skulu vera loknar fyri at tú kanst viðgera persónupplýsingar
Podvarpið er serliga ætlað smáum fyritøkum og eins
08. des. 2020 Trygdarskoðan fyri 2020 1. januar 2021 kemur løgtingslógin um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) í gildi. Samstundis fer løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum (persónsupplýsingarlógin) og kunngerðir við heimild í henni úr gildi. Hetta hevur m.a. við sær, a
03. des. 2020 Adventskalendari frá Dátueftirlitinum Í desember kanst tú gleða teg ein serligan adventskalendara frá Dátueftirlitinum. Dátueftirlitið fer hvørja viku til jóla at leggja eitt podvarp á heimasíðuna við kunning um dátuverndarøkið.
Fyrsti parturin, sum longu er tøkur á heimasíðuni, snýr seg
27. nov. 2020 Nýggjar vegleiðingar um trygdarbrot og um samtykki Dátuverndarlógin ásetur, at ávís trygdarbrot skulu fráboðast. Í vegleiðingini um trygdarbrot kanst tú lesa, hvat eitt trygdarbrot er, nær tú skalt fráboða Dátueftirlitinum og nær tú skalt kunna skrásetta um brotið.
Í vegleiðingini um samtykki kanst
16. nov. 2020 Dátuvernd í starvsviðurskiftum og yvirlit yvir viðgerðir Sum arbeiðsgevari skalt tú geva dátuverndarlógini gætur, tá tú viðgerð upplýsingar um tíni starvsfólk. Kanst tú leggja myndir av starvsfólkum á internetið ella savna upplýsingar av sosialum miðlum um umsøkjarar?
Dátueftirlitið hevur gjørt eina veglei
06. nov. 2020 Nýtt vegleiðandi tilfar um váðametingar Sum dátuábyrgdari skalt tú gera váðametingar í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.
Dátueftirlitið hevur gjørt eina vegleiðing, sum tú kanst halda teg til, um tú ert í iva um, hvussu tú skalt bera teg at. Dátueftirlitið hevur eisini gjørt eina
16. okt. 2020 Nýggj vegleiðing um trygd í samband viðgerð av persónupplýsingum Í vegleiðingini kanst tú lesa um trygd í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum, hvørji krøv nýggja dátuverndarlógin, sum kemur í gildi 1. januar 2021, setur, og hvussu tú kanst uppfylla krøvini.
Tú finnur vegleiðingina um viðgerðartrygd og annað
09. okt. 2020 Nýggj vegleiðing um dátuverndarfólk Dátuverndarlógin, sum kemur í gildi 1. januar 2021, setur krav um, at almennir myndugleikar og ávísar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk. Í vegleiðingini kanst tú lesa meira um, hvat eitt dátuverndarfólk er, um tín fyritøka ella stovnur skal tilnev