Viðgerð av persónupplýsingum undir starvssetan
Í tilgongdini at seta fólk kann ein arbeiðsgevari viðgera persónupplýsingar um umsøkjararnar.
Í sambandi við starvssetanina kann arbeiðsgevarin móttaka upplýsingar, sum ikki eru neyðugar fyri at taka avgerð um, hvør skal hava starvið. Arbeiðsgevarin hevur tó ikki í eini tilgongd at seta fólk, skyldu leypandi at taka støðu til, um upplýsingarnar eru viðkomandi ella um tær skulu strikast.
Viðmæli
Upplýsingin um, at ein persónur hevur søkt eitt starv, er ein upplýsing, sum tað ikki uttan víðari kann gevast víðari, uttan so, at umsøkjarin hevur givið samtykki til tess.
Um ein arbeiðsgevari vil hava viðmæli frá fyrrverandi og núverandi arbeiðsgevara, eigur hetta tí at gerast við samtykki frá umsøkjaranum. Arbeiðsgevarin eigur í hesum førum at upplýsa umsøkjaran um, um tað bara vera innheintaðar upplýsingar um t.d. starvsaldur, arbeiðsuppgávur og líknandi “neutralar” upplýsingar ella um arbeiðsgevarin eisini ætlar at innheinta upplýsingar, sum eru meira “subjektivar”, t.d. um fakligar ella sosialar førleikar, viðkvæmar upplýsingar, undir hesum upplýsingar um revsiverd viðurskifti.
Revsiváttanir
Tað er ein ítøkilig meting í hvørjari starvssetan, um tað er sakligt og proportionalt at viðgera upplýsingar um revsiverd viðurskifti. Ein arbeiðsgevari eigur tí bara at biðja um ella innheinta upplýsingar um revsiverd viðurskifti um tað er viðkomandi fyri tað starvið, sum viðkomandi umsøkjari hevur søkt, og um tað kemur uppá tal, at viðkomandi fær starvið.
Ein privat revsiváttan er ein revsiváttan, sum umsøkjarin sjálvur fær fatur á. Vanliga kemur umsøkjarin sjálvur við revsiváttanini. Ein arbeiðsgevari kann eisini innheinta privatu revsiváttanina sjálvur, um umsøkjarin hevur givið nágreiniligt samtykki til tess.
Almennir myndugleikar kunnu í ávísum førum innheinta eina almenna revsiváttan, um umsøkjarin hevur givið samtykki til tess. Almennar revsiváttanir kunnu innihalda fleiri upplýsingar enn privatu revsiváttanirnar.
Á heimasíðuni hjá politinum www.politi.fo ber til at lesa meira um revsiváttanir.
Upplýsingar av sosialum miðlum
Ein arbeiðsgevari kann í útgangsstøðinum savna og í ávísan mun brúka upplýsingar, sum eru almennar, tí at umsøkjarin sjálvur hevur almannakunngjørt tær, t.d. á sosialum miðlum. Hetta er galdandi fyri bæði vanligar og fyri viðkvæmar upplýsingar. Sjálvt um umsøkjarin sjálvur hevur almannakunngjørt upplýsingarnar, skal arbeiðsgevarin einans savna og varðveita upplýsingar um endamálið er sakligt og proportionalt.
Óansæð um upplýsingarnar eru almannakunngjørdar av umsøkjaranum ella av øðrum, eigur arbeiðsgevarin at kunna umsøkjaran um, at upplýsingar verða savnaðar og endamálið við hesum.
Goyming av upplýsingum um umsøkjarar
Tá størv verða lýst leys eru tað aloftast fleiri umsøkjarar, sum ikki verða settir, og sum arbeiðsgevarin í útgangsstøðinum ikki hevur brúk fyri at hava upplýsingar um. Ein arbeiðsgevari kann tó koma í eina støðu, har sum tað er neyðugt at skjalprógva eina setanartilgongd, t.d. tí at arbeiðsgevarin verður lagdur undir at gera mismun. At goyma upplýsingar til slík endamál er í útgangsstøðinum sakligt, men arbeiðsgevarin eigur altíð at meta um, hvørt tað er neyðugt at goyma upplýsingarnar.
Tað kunnu eisini verða skyldur í lóggávu ella líknandi, sum hava við sær, at upplýsingar skulu goymast í eitt ávíst tíðarskeið.