Yvirlit yvir viðgerðir
Nýggja dátuverndarlógin ásetir eitt krav um, at dátuábyrgdarar skulu gera eitt yvirlit yvir allar sínar viðgerðir av persónupplýsingum. Dátuviðgerar skulu gera yvirlit yvir øll sløg av viðgerðum, sum teir gera fyri dátuábyrgdaran.
Yvirlitini skulu gera tað lættari hjá dátuábyrgdarum og dátuviðgerum at halda reglurnar í dátuverndarlógini. Talan er um eitt skjal, sum skal lýsa og skjalfesta persónupplýsingarnar, sum verða viðgjørdar, og eisini hví tær verða viðgjørdar.
Yvirlitini skulu vera tøk skrivliga og elektroniskt, men tað eru ikki sett krøv til serligt snið ella serliga uppseting.
Talan er um eitt innanhýsis skjal, ið kann gerast eitt hent amboð hjá fyritøkum og stovnum. Yvirlitið skal bert sendast Dátueftirlitinum eftir umbøn.
Les meira
Les meira um yvirlit yvir viðgerðir niðanfyri ella í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum. Vegleiðingin og skabelón til yvirlit eru tøk her.
Upplýsingar í yvirliti hjá dátuábyrgdara
Dátuábyrgdarin skal gera yvirlit yvir tær viðgerðir, sum hann hevur ábyrgd av. Kravið um yvirlit fevnir breitt og fevnir um allar viðgerðir, uttan mun til hvat slag av upplýsingum ella viðgerðum talan er um.
Yvirlitini hjá dátuábyrgdaranum skulu í minsta lagi skjalfesta hesi viðurskifti:
- Navn og samskiftisupplýsingar
- Endamál við viðgerðini
- Bólkar av skrásettum og sløg av persónupplýsingum
- Bólkar av móttakarum, sum persónupplýsingar verða víðarigivnir til
- Flutningur av upplýsingum til útland, triðja land ella millumtjóðafelagsskap
- Tíðarfreistir fyri at strika upplýsingar
- Almenn lýsing av trygdartiltøkum
Tað er upp til dátuábyrgdaran at gera av, um yvirlitið skal innihalda fleiri upplýsingar.
Um dátuábyrgdarin hevur eitt umboð í Føroyum, tí dátuábyrgdarin ikki sjálvur er staðsettur í Føroyum, skal umboðið hava yvirlitið.
Dátueftirlitið hevur gjørt eina skabelón til yvirlit yvir viðgerðir, sum dátuábyrgdarar kunnu nýta. Skabelónin er tøk her.
Upplýsingar í yvirliti hjá dátuviðgera
Dátuviðgerin skal gera yvirlit yvir øll sløg av viðgerðum, sum verða framd fyri dátuábyrgdaran.
Eitt dømi um dátuviðgera, sum er fevndur av hesum, kann vera ein fyritøka, ið hýsir heimasíður og dátugrunnar fyri onnur. At goyma persónupplýsingar og taka trygdaravrit av persónupplýsingum, er viðgerð av persónupplýsingum, sum skal skjalfestast av dátuviðgera í einum yvirlitið.
Av tí, at tað er dátuábyrgdarin, sum hevur ábyrgdina av viðgerðini, skal yvirlitið hjá dátuviðgeranum ikki innihalda eins nógvar upplýsingar, sum yvirlitið hjá dátuábyrgdaranum.
Dátuverndarlógin ásetur, at dátuviðgerin í minsta lagi skal skjalfesta hesi viðurskifti, tá hann viðger persónsupplýsingar fyri dátuábyrgdara:
- Navn og samskiftisupplýsingar
- Sløg av viðgerð av persónupplýsingum
- Flutningur av upplýsingum til útland, triðja-land ella millumtjóðafelagsskap
- Almenn lýsing av trygdartiltøkum
Um dátuviðgerin hevur eitt umboð í Føroyum, tí dátuviðgerin ikki sjálvur er staðsettur í Føroyum, skal umboðið hava yvirlitið.
Dátueftirlitið hevur gjørt eina skabelón til yvirlit, sum dátuviðgerar kunnu nýta. Skabelónin er tøk her.
Undantak frá kravinum um yvirlit yvir viðgerðir
Allir almennir stovnar og myndugleikar eru altíð fevndir av kravinum um at gera yvirlit yvir viðgerðir.
Í dátuverndarlógini er ásett, at útgangsstøðið er, at kravið um yvirlit yvir viðgerðir ikki er galdandi fyri fyritøkur, sum hava færri enn 250 starvsfólk.
Tað er tó umráðandi at leggja merki til, at hetta útgangsstøðið – ella undantakið frá kravinum um yvirlit yvir viðgerðir – er rættiliga snævurt. Tað merkir, at flest allar fyritøkur, hóast tær hava færri enn 250 starvsfólk, skulu gera eitt yvirlit.
Treytir fyri undantaki
Eitt gildugt undantak skal lúka allar hesar treytir:
- Fyritøkan skal hava færri enn 250 starvsfólk.
- Viðgerðin skal sannlíkt ikki hava við sær ein váða fyri rættindum hjá teimum skrásettu.
- Viðgerðin skal bara fara fram viðhvørt.
- Viðgerðin skal ikki fevna um viðkvæmar persónupplýsingar.
Færri enn 250 starvsfólk
Fyrsta treytin er, at starvsfólkatalið er undir 250. Fyritøkur, sum hava fleiri enn 250 starvsfólk, eru altíð fevndar av kravinum um yvirlit.
Talið av starvsfólkum verður roknað út frá, hvussu nógv eru í føstum starvi í fyritøkuni.
Sannlíkt eingin váði fyri skrásetta
Um tað sannlíkt ikki er nakar váði fyri tann skrásetta um viðgerðin fer fram, er næsta treytin lokin.
Ein váði fyri skrásetta kann t.d. vera, at óviðkomandi fáa atgongd til upplýsingarnar, tí skipanin verður álopin av teldusníkum. Hetta kann hava við sær negativar avleiðingar fyri skrásetta, t.d. samleikastuldur.
Einans viðgerð viðhvørt
Triðja treytin er, at viðgerðin bara skal fara fram viðhvørt. At viðgerðin bara fer fram viðhvørt merkir, at hon í útgangsstøðinum ikki er endurtakandi ella reglulig.
Eitt dømi um viðgerð, sum ikki bara er viðhvørt, er viðgerð av persónupplýsingum har eitt felag krevur limagjald hvønn ársfjórðing. Sjálvt um hendan viðgerðin sjáldan fer fram - bara fýra ferð um árið - er hon reglulig og oftari enn viðhvørt.
Ongar viðkvæmar persónupplýsingar
Fjórða treytin er, at viðgerðin ikki skal fevna um viðkvæmar persónupplýsingar. Hetta eru upplýsingar um t.d. politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring og hava eina serliga verju. Um slíkar upplýsingar verða viðgjørdar, skal yvirlit gerast.
Mynd, sum lýsir treytirnar fyri undantak
Dømi um undantak
Eitt dømi um viðgerð, sum er fevnd av undantakinum, er viðgerð, sum hevur til endamáls at útskriva garanti. Her verða upplýsingarnar um navn, búðstað og telefonnummar hjá keypara skrásettar. Garantiið verður síðani útskrivað og latið kundanum, og síðani verða upplýsingarnar strikaðar í skipanini hjá seljaranum.
Fyritøkan, sum selur vøruna og veitir garantiið, hevur færri enn 250 starvsfólk.
Ein slík viðgerð hevur ikki ein váða við sær, er bara viðhvørt og fevnir ikki um viðkvæmar upplýsingar. Kravið um yvirlit yvir viðgerðir er tí ikki galdandi.
Les meira
Les meira í vegleiðingini um yvirlit yvir viðgerðir. Vegleiðingin umframt skabelónir til yvirlit eru tøkar her.