Hvat er ein persónupplýsing?
Ein persónupplýsing skal skiljast ógvuliga breitt. Ein persónupplýsing er ein og hvør upplýsing, sum er knýtt at ella kann knýtast at einum ávísum persóni. Tað kann t.d. vera navn, bústaður ella telefonnummar. Eisini myndir kunnu vera persónupplýsingar.
Ein persónupplýsing kann eisini verða ein upplýsing har tú ikki uttan víðari veit, hvønn talan er um. Tað kann t.d. vera kontonummar ella nummarpláta.
1. partur í podvarpsrøðini snýr seg um grundleggjandi hugtøk, undir hesum persónupplýsingar. Lurta eftir podvarpinum her.
Hvat er ein navnleys (anonym) upplýsing?
Ein navnleys upplýsing er ein upplýsing, har tað ikki er møguligt at finna fram til ein ávísan persón. Eitt greitt mark kann ikki setast fyri, nær talan er um navnleysar upplýsingar. Ein ítøkilig meting eigur at vera gjørd í hvørjum einstøkum føri fyri at meta, um talan er um navnleysar upplýsingar.
Ein upplýsing er navnleys um tað als ikki ber til at kenna ein persón aftur, hóast øll hjálpiamboð verða tikin í nýtslu.
Navnleysar upplýsingar eru ikki fevndar av dátuverndarlógini.
Hvat er ein dulnevnd (pseudonym) persónupplýsing?
At ein persónupplýsing er dulnevnd merkir, at ein kota (eitt tal ella ein bókstavur) verður sett í staðin fyri eitt navn ella ein bústað. Á henda hátt ber ikki til at síggja á upplýsingini, hvønn talan er um.
Lykilin at bróta kotuna skal vera á einum lista, sum er goymdur fyri seg. Dátuábyrgdarin eigur at tryggja, at listin er goymdur á ein tryggan hátt, soleiðis at óviðkomandi ikki fáa atgongd til upprunaligu upplýsingarnar.
Tey, sum hava atgongd til listan, kunnu finna fram til hvør dulnevndi persónurin er. Dulnevndar upplýsingar kunnu tí framhaldandi knýtast til ein ávísan persón, og tí eru tær framvegis at meta sum persónupplýsingar, og eru fevndar av dátuverndarlógini.
Er dátuverndarlógin bert galdandi fyri livandi persónar?
Ja. Dátuverndarlógin er bert galdandi fyri upplýsingar um livandi persónar.
Hvat er ein dátuábyrgdari?
Dátuábyrgdarin er tann, sum hevur ábyrgdina av, at viðgerð av persónupplýsingum er í samsvari við lógina. Tað kann t.d. vera ein myndugleiki ella ein fyritøka.
Dátuábyrgdarin er tann, sum bestemmar endamálini við viðgerðini og hvussu viðgerðin skal fara fram. Dátuábyrgdarin bestemmar sostatt hví og hvussu persónupplýsingar skulu viðgerast.
1. partur í podvarpsrøðini snýr seg um grundleggjandi hugtøk, undir hesum dátuábyrgdara. Lurta eftir podvarpinum her.
Hvat er ein dátuviðgeri?
Ein dátuviðgeri er ein myndugleiki ella ein fyritøka, sum viðgerð persónupplýsingar fyri dátuábyrgdaran. Dátuviðgerin bestemmar tí ikki sjálvur, hvat endamálið við viðgerðini er.
Ein dátuviðgeri kann vera ein fyritøka, sum bjóðar eina tænastu, t.d. hýsing, ella ein myndugleiki, sum loysir eina uppgávu fyri ein annan myndugleika.
1. partur í podvarpsrøðini snýr seg um grundleggjandi hugtøk, undir hesum dátuviðgera. Lurta eftir podvarpinum her.
Hvørji eru “tey skrásettu”?
“Tann skrásetti” er tann, sum ein persónupplýsing er um.
Dátuverndarlógin skal tryggja, at persónupplýsingar um fólk í Føroyum verða viðgjørdar á ein tryggan hátt. Í dátuverndarlógini verða fólk nevnd “skrásett”.
1. partur í podvarpsrøðini snýr seg um grundleggjandi hugtøk, undir hesum skrásett. Lurta eftir podvarpinum her.
Hvørjar persónupplýsingar eru viðkvæmar?
Persónupplýsingar um húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna eru viðkvæmar. Eisini upplýsing um politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring ella yrkisfelagsligt tilknýti eins og ílegudátur, biometriskar dátur og heilsuupplýsingar eru at rokna sum viðkvæmar. At enda eru eisini upplýsingar um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti viðkvæmar persónupplýsingar.
Dátuverndarlógin ásetur úttømandi, hvørjar persónupplýsingar, sum eru viðkvæmar.
Eg havi eina fyritøku og brúki lønarportalin hjá bankanum til lønargjaldingar. Er bankin dátuviðgeri hjá mær?
Tá bankin viðgerð persónupplýsingar í sambandi við lønarflytingar, er bankin at meta sum dátuábyrgdari og ikki dátuviðgeri hjá fyritøkuni.
Bankin bjóðar í hesum føri eina tænastu – at avgreiða lønir – sum bankin við lóg eru álagdur at veita. Bankin brúkar eisini eina lønarskipan, sum bankin sjálvur eigur.
Tá fyritøkan tøppar inn upplýsingar í sambandi við lønarflytingar á lønarportalinum, er tað bankin, sum ger av, við hvørjum hjálpartólum viðgerðin fer fram, hvussu leingi upplýsingarnar verða goymdar, og hvussu viðgerðin fer fram í bankanum.
Talan er tí um tveir sjálvstøðugar dátuábyrgdarar, bankin og fyritøkan, sum viðgera upplýsingar til egin endamál og við egnum hjálpartólum.
Eg havi eina fyritøku. Nær viðgeri eg persónupplýsingar?
Hugtakið “viðgerð” í dátuverndarlógini er sera breitt. Øll nýtsla, so sum savnan, skráseting, samkoyring, goyming, víðarigeving, avhending o.a. ella ein sameining av hesum, er viðgerð av persónupplýsingum.
Tað merkir, at tú eisini viðgerð persónuppplýsingar um tú goymir upplýsingarnar í tíni journalskipan.
Í 1. parti av podvarpsrøðini verður m.a. tosa um, nær persónupplýsingar verða viðgjørdar. Lurta eftir podvarpinum her.
Eg havi eina lítla fyritøka (t.d. eina handverkarafyritøku). Er dátuverndarlógin galdandi fyri meg?
Dátuverndarlógin er galdandi fyri allar fyritøkur, sum viðgera persónupplýsingar. Allar flestu fyritøkur viðgera persónupplýsingar so ella so.
Persónupplýsingar, sum ein fyritøka viðger, kunnu t.d. vera upplýsingar um starvsfólk í sambandi við tíðarskráseting ella lønarútgjald. Tað kann eisini vera upplýsingar um kundar í eini kundaskrá ella ordrabók.
Skulu almennir stovnar tilnevna dátuverndarfólk?
Ja.
Allir almennir stovnar, sum eru fevndir av § 1, stk. 1 í fyrisitingarlógini, skulu tilnevna eitt dátuverndarfólk.
Er tað eitt fulltíðarstarv at vera dátuverndarfólk?
Dátuverndarlógin setur ikki krav um, at nýtt starvsfólk skal setast sum dátuverndarfólk. Dátuverndarlógin ásetur heldur ikki, at talan er um fulltíðarstarv.
Í dátuverndarlógini er ásett, hvørjar uppgávur dátuverndarfólk hava. Dátuverndarfólk skulu hava tíð at røkja hesar uppgávur.
Eg havi eina handverkarafyritøku. Skulu eg tilnevna eitt dátuverndarfólk?
Nei.
Skyldan at tilnevna dátuverndarfólk er bara galdandi fyri fyritøkur, sum hava viðgerð av persónupplýsingum sum kjarnuvirksemi. Kjarnuvirksemi hjá handverkarafyritøkum er ikki at viðgera persónupplýsingar. Kjarnuvirksemi er at veita eina handverkaratænastu.
Nær skulu fyritøkur tilnevna dátuverndarfólk?
Tríggjar treytir eru, sum allar skulu verða loknar, fyri at skyldan at tilnevna dátuverndarfólk er galdandi. Hesar eru:
- Viðgerðin av persónupplýsingum skal vera
kjarnuvirksemi hjá fyritøkuni - Viðgerðin skal vera umfatandi
- Talan skal vera um yvirvøku av skrásettum, sum
er reglulig og skipað ella viðgerð, sum fevnir um
viðkvæmar persónupplýsingar
Hvat er eitt trygdarbrot?
Eitt trygdarbrot er eitt brot á trygdina, sum førir við sær, at persónupplýsingar av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar, broyttar, óhimilað givnar víðari ella at atgongd verður givin til persónupplýsingar, sum eru sendar, goymdar ella á annan hátt viðgjørdar.
Les meira um hvat eitt trygdarbrot er her.
Skal Dátueftirlitið fráboðast um trygdarbrotið?
Í útgangsstøðinum skulu øll trygdarbrot fráboðast Dátueftirlitinum. Eitt trygdarbrot skal tó ikki fráboðast Dátueftirlitinum, um tað er ósannlíkt, at brotið hevur við sær ein váða fyri rættindi hjá skrásetta. Tað merkir, um bortið hevur nakrar avleiðingar við sær fyri tann skrásetta.
So skjótt sum dátuábyrgdarin blívur varugur við trygdarbrotið, skal hann beinanvegin meta, um líkindi eru fyri, at brotið hevur við sær nakrar avleiðingar fyri rættindi hjá skrásetta.
Les meira um nær trygdarbrot skulu fráboðast til Dátueftirlitið her.
Nær skal skrásetti kunnast um eitt trygdarbrot?
Um trygdarbrotið hevur við sær stóran váða fyri rættindi hjá skrásetta, skal dátuábyrgdarin uttan óneyðugt drál boða skrásetta frá brotinum. Jú meira álvarsom avleiðingin av brotinum kann vera, jú størri er váðin fyri tey skrásettu, sum eru fevnd av brotinum.
Trygdarbrot kunnu hava stórar avleiðingar fyri skrásetta. Hetta kann t.d. verða missmunur, skaða á umdømi, skaða á trúvirði, samleikastuldur ella -svik, fíggjarligan miss, miss av trúnaðarupplýsingum ella ein og hvønn annan fíggjarligan ella sosialan bága fyri skrásetta.
Endamálið við at boða skrásetta frá trygdarbrotinum er millum annað at geva skrásetta møguleika at taka neyðug stig, fyrivarni og tiltøk í teimum førum, tá persónupplýsingar hjá skrástta eru almannakunngjørdar.
Les meira um nær skrásetti skal kunnast um eitt trygdarbrot her.
Nær verða persónupplýsingar fluttar úr Føroyum?
Persónupplýsingar verða fluttar úr Føroyum, tá dátuábyrgdarin flytur persónupplýsingar úr Føroyum til ein dátuábyrgdara ella dátuviðgera, sum er staðsettur uttan fyri Føroyar.
Flutningur er t.d. tá persónupplýsingar talgilt verða sendar úr Føroyum til eitt annað land. Talan er t.d. um flutning, tá persónupplýsingar talgilt verða sendar úr Føroyum til eitt annað land, tá biologiskur vevnaður verður sendur úr Føroyum til eitt annað land og tá ein persónur uttanfyri Føroyar fær atgongd til persónupplýsingar, sum eru í Føroyum.
Les meiri um flutning av persónupplýsingum úr Føroyum her.
Eisini er møguligt at lesa nærri um hvat ein dátuábyrgdari og dátuviðgeri er her.
Kann eg flyta persónupplýsingar til eitt ES land?
ES lond eru í dátuverndarlógini rokna sum "útlond".
Persónupplýsingar kunnu flytast til eitt ES land uttan nakra góðkenning ella loyvi frá Dátueftirlitinum. Tó skulu treytirnar fyri viðgerð av persónupplýsingum í dátuverndarlógini verða loknar, áðrenn flutningurin kann fara fram.
Um persónupplýsingar skulu flytast til eitt ES land, skal skrásetti kunnast um, at persónupplýsingar hjá viðkomandi nú verða viðgjørdar í útlondinum. upplýsast skal eisini um hvat land upplýsingarnar verða fluttar til.
Les meira um nær persónupplýsingar kunnu flytast úr Føroyum her.
Eg skal gera eina verkætlan, nær er dátuverndarlógin galdandi fyri meg?
Dátuverndarlógin er galdandi fyri teg, um tú í verkætlanini kemur at viðgera persónupplýsingar. Um tú í verkætlanini ætlar at gera samrøður við fólk ella brúka spurnarbløð hvar persónar kunnu eyðmerkjast, verða persónupplýsingar viðgjørdar. Eisini verða persónupplýsingar viðgjørdar um tú fært atgongd til eina skrá við persónupplýsingum.
Tað ber til at lesa nærri um krøvini í dátuverndarlógini til eina granskingarverkætlan her.
Tað ber til at lesa nærri um hvat persónupplýsingar eru her.
Nær kann eg granska í einari skrá?
Um viðkvæmar persónupplýsingar eru í skránni, kann viðgerðin av viðkvomum persónupplýsingum í skránni fara fram til søgulig, hagfrøðilig og vísindalig endamál, um bágin tann einstaki hevur av viðgerðini, má metast at skula víkja fyri tí munandi samfelagsliga týdningi, viðgerðin hevur.
Tá støða skal takast til, um gransking við støði í upplýsingum í skráum kann fara fram, skal dátuábyrgdarin - aloftast tann, sum eigur skránna - gra eina ítøkiliga meting, har samfelagsligi týdningurin av viðgerðini verður vigaður upp ímóti báganum fyri tann einstaka.
At samfelgsligi týdningurin skal vera munandi hevur hinvegin við sær, at ikki ein og hvør kann fáa atgongd til upplýsingarnar til eitt og hvørt endamál. Tað krevst, at ætlanin hevur eitt ávíst vísindaligt støði, og at endamálini, sum verða fylgd, koma samfelagnum til góðar so ella so.
Um tað ber til at lata anonymar upplýsingar úr skránni til gransking, eigur hetta at verað gjørt.
Tað ber til at lesa meira um gransking í skráum her.