Dátueftirlitið

Barnaansingarøkið

Barnaansingarøkið er eins og aðrir partar av kommunalu umsitingini fevnt av dátuverndarlógini. Hetta merkir, at viðgerð av persónupplýsingum á kommunalum vøggustovum, barnagørðum o.s.fr. skal lúka reglurnar í dátuverndarlógini.

Tað er umráðandi at leggja til merkis, at hetta ikki hevur við sær, at ansingarstovnar ikki kunnu viðgera upplýsingar um børnini, sum ganga á stovninum, ella foreldur teirra. Tó er umráðandi at hava fyri eyga, at viðgerðin hevur eitt sakligt endamál og ikki fer longur enn neyðugt.

Nær kann ein stovnur taka og deila myndir av børnum?

Nær kann ein stovnur taka og deila myndir av børnum?

Tá ein stovnur, t.d. ein dagstovnur, barnagarður ella skúli, tekur myndir, har persónar eru á, sum kunnu kennast aftur, fer ein viðgerð av persónupplýsingum fram.

Tað er í útgangsstøði stovnurin, sum er dátuábyrgdari, og sum tí skal tryggja, at dátuverndarlógin verður hildin.

At talan er um viðgerð av persónupplýsingum, merkir fyrst og fremst, at meginreglurnar um viðgerð av persónupplýsingum skulu fylgjast. Hetta hevur m.a. við sær, at endamálið skal vera sakligt.

Umframt at fylgja meginreglunum skal stovnurin tryggja, at heimild er fyri viðgerðini.

Børn og ung eru ofta minni tilvitað um, hvørjar avleiðingar tað kann hava, at myndir av teimum verða tiknar og lagdar á t.d. sosialar miðlar. Er ein mynd deild á internetinum, kann tað verða trupult at strika myndina aftur. Tískil er tað umráðandi, at starvsfólk á stovnum hugsa seg væl um, áðrenn tey taka myndir av børnum og almannakunngera hesar.

Er endamálið við myndini at lýsa gerandisdagin á einum stovni, heldur enn at lýsa ávísa barnið ella starvsfólki, er hetta í útgangsstøðinum eitt sakligt endamál og meginreglurnar eru tí aloftast fylgdar. Stovnurin røkir í slíkum førum sakligar uppgávur, sum stovninum er álagt. Er tað trupult at eyðmerkja børn sum spæla, t.d. tí myndin er tikin burturfrá, er ikki neyðugt við samtykki, tá myndin verður tikin ella almannakunngjørd.

Um tað er møguligt at eyðmerkja barnið, er støðan ein onnur. Tá er tað í útgangsstøðinum neyðugt við samtykki til, at myndin verður tikin, og at hon verður løgd á sosialar miðlar ella heimasíðu.

Av tí, at børn ikki sjálvi kunnu geva samtykki, er neyðugt, at foreldur samtykkja, at myndir verða tiknar av børnum teirra. Skulu myndirnar deilast á heimasíðuni, á sosialum miðlum el.tíl., skulu foreldrini eisini samtykkja til tað.

At tað í útgangsstøðinum er neyðugt við samtykki frá foreldrunum kemst av, at børn hava brúk fyri eini serligari verju. Børn hava ikki á sama hátt sum vaksin møguleika at siga frá, um teimum ikki dámar, at myndir verða tiknar.

Samtykki frá foreldrunum kann t.d. verða givið á einum foreldrafundi ella tá barnið verður innskrivað. Tað er ikki neyðugt við samtykki til hvørja einstaka mynd.

Áðrenn foreldrini kunnu geva samtykki til, at myndir verða tiknar av barninum, skulu tey kunnast um, nær myndir verða tiknar, hvat myndirnar verða brúktar til, hvør hevur atgongd til myndirnar, og nær myndirnar verða strikaðar.

Stovnurin skal kunna vísa á, at samtykki er givið. Tí kann tað verða skilagott, at samtykki verður givið skrivliga.

Foreldur kunnu altíð taka samtykkið aftur og biðja um at fáa myndirnar strikaðar. Tað ber til at lesa meira um samtykki her.

Uttan mun til um samtykki er fingið frá foreldrunum, eigur tann, sum tekur myndina, altíð at spyrja barnið, um tað er í lagi, at mynd verður tikin. Hetta óansæð, um talan er um eitt barn, sum ikki lógliga kann samtykkja. Spurningurin eigur at verða settur soleiðis, at barnið skilir hvat fer fram. Um barnið sigur nei, skal tann sum tekur myndina lurta.

Ein stovnur skal ansa serliga eftir ikki at taka myndir av børnum í sárbærum støðum og leggja hesar á sosialar miðlar ella aðrastaðni.

Viðgerðartrygd

Um ein stovnur nýtir sosialar miðlar at leggja myndir av børnum á, eigur stovnurin at vera serliga varugur við, at talan er um viðgerð av persónupplýsingum, og at dátuverndarlógin skal fylgjast. Stovnurin eigur tí at hava skrivligar mannagongdir, sum áseta:

  • Hvussu starvsfólk og foreldur verða kunnað um viðgerðina.
  • Hvør hevur atgongd til profilin.
  • Hvørjir limir eru í møguligum bólki.
  • Hvørjar myndir verða lagdar út, og hvør leggur tær út.
  • Hvørjum tóli myndirnar verða tiknar við. Í útgangsstøði eigur hetta at vera tól hjá stovninum.
  • Nær myndirnar verða strikaðar.
Kann ein stovnur nýta myndir av børnum til vanligt skilhald el.tíl.

Kann ein stovnur nýta myndir av børnum til vanligt skilhald el.tíl.

Á ansingarstovnum er vanligt at nýta myndir av børnum í sambandi við vanligt skilhald. T.d. er vanligt at hava myndir av børnum á skápi í klæðnarúmi ella á hill í matstovu o.s.fr., so at børn vita, hvar tey skulu seta ting frá sær og eisini finna síni ting aftur.

At nýta myndir á henda hátt er at viðgera persónupplýsingar, og dátuverndarlógin er tí galdandi.

At nýta persónupplýsingarnar (myndirnar) á henda hátt fyri m.a. at læra børn at rudda ella tryggja, at alt er á røttum stað, er sakligt. Tó at tað ikki er ein lógarfest skylda, at ansingarstovnurin skal gera hetta, so er hetta partur av at virka, sum myndugleiki á økinum. Tað krevst tí ikki samtykki frá foreldum til hesa viðgerð.

Um so er, at foreldur mótmæla, at myndir av barninum verða brúktar á henda hátt, kann stovnurin taka hetta til eftirtektar og nýta eina aðra loysn, sum røkkur sama endamáli.